Tónleikur
Við lyfti um størsta tónleikatiltak í Føroyum hevði Five Star Entertainment boðið til tíðindafund í dag. Longu í gjárkvøldið kundi poartalurin staðfesta, at Tórshavn stóð á listanum hjá Bryan Adams fyri konsertir 2008, og tað var eisini hetta, sum var boðskapurin á tíðindafundinum í morgun.
Verður sæð burtur frá festivalunum, sum hava verið skipaðir seinnu árini, so hava konsertir í Føroyum verið javnsettar við innandura upplivingar, men soleiðis verður ikki hesaferð. Endaliga plaseringin er enn ikki staðfest, men tað ljóðar, at mest sannlíka staðið er Skálatrøð í Havn, og at atgongumerkini verða millum 4.000 og 5.000 í tali. Hetta varð tó ikki váttað á tíðindafundinum, tí enn skal trygdarviðurskiftini kring tiltakið fáast endaliga upp á pláss.
Sjálv atgongumerkini til konsertina verða sett til sølu í morgin. Fyrst á Torginum í SMS, og síðani á Kunningarstovuni í Havn og á heimasíðuni hjá Eik Banka.