Seinnapartin tók liðið hjá landsliðsmálverjanum, Rakul Wardum, Ringkøbing móti liðnum hjá Súnu K. Hansen, Skanderborg í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Men tað bleiv tíverri ikki tann føroyingauppgerðin vit høvdu ynskt, tí Stephanie Christensen vardi málið hjá Ringkøbing so at siga allan dystin. Rakul slapp á vøllin at verja fyri einum brotskasti: Tað var alt á lepanum í dag.
Sæð við føroyskum landsliðsbrillum kunnu vit tó fegnast um, at Súna við seks málum gjørdist toppskjúttin hjá Skanderborg, ið vann 30-28 á Ringkøbing. Í steðginum var Ringkøbing annars á odda 16-15. Súna legði eisini upp til eitt mál (assist), og hon vann liðnum eitt brotskast.
Talan var um ein sera týðandi sigur fyri Skanderborg, ið lyfti sær av aftasta plássinum. Skanderborg er næstaftast í deildini við sjey stigum. Ringkøbing er triðaftast við níggju stigum.











