Sunak missir sambært veljarakanning egið valdømi

Veljarakanning bendir á søguliga vánaligt valúrslit fyri konservativa stjórnarflokkin í Bretlandi

Forsætisráðharrin Rishi Sunak er í vanda fyri at missa sítt egna valdømi í Richmond - Foto: Pool/Reuters

Tann ráðandi konservativi flokkurin í Bretlandi stendur til ringasta valúrslit nakrantíð.

Tað vísir ein veljarakanning há stovninum Survation, skrivar bretska blaðið The Times.

Hevði val verið í dag, hevði konservativi flokkurin bara fingið 98 sessir í móti 468 sessum til Labour.

Í tjóðartinginum eru 650 sessir.

Til samanberingar vunnu tey konservativu 354 sessir í 2019, tá Labour vann 203.

Sambært veljarakanningini høvdu tey konservativu ongan sess vunnið í hvørki Skotlandi ella Wales.

Sjált forsætisráðharrin Rishi Sunak er í vanda fyri at missa sítt valdømi í Richmond & Northallerton, sum er í North Yorkshire.

Valdagurin er enn ikki ásettur. Men valið verður fyri 28 januar í 2025.

Sunak segði fyri kortum, at hann miðjar eftir at skriva út val í seinna hálvári í 2024.

Sjálvt um Labour eftir øllum at døma vinnur stuðul tvørtur um landið, hevur flokkurin nýliga sambært miðlinum The Guardian stríðst við egnar trupulleikar.

Seinastu tveir mánaðirnar hevur flokkurin mist 23.000 veljarar vegna fleiri stríðsmál um handfaring av krígnum í Gazageiranum og grønar íløgur í Bretlandi.

Labour hevur undir núverandi formanninum, Keir Starmer, havt úr at gera við at taka frástøðu frá undanmanninum Jeremy Corbyn, sum fór frá eftir ringasta valúrslit hjá flokkinum síðani tríatiárini fyri fýra árum síðani. 

Tað snýr seg serliga um, tá tað kemur til búskaparpolitikki, har Starmer hevur lagt eina fastari búskaparliga kós, sum eftir øllum at døma hevur hjálpt upp á veljarakanningarnar.

Búskapurin var annars vanliga sterkasta vápnið hjá teimum konservativu.

Men seinastu árini og serliga eftir ófíggjaða politikkin hjá fyrrverandi forsætisráðfrúnni, Liz Truss, sum førdi til rok á fíggjarmarknaðunum, líta veljarar nú sambært veljarakanningum meira á Labour á tí økinum.

/ritzau/

 

Forsætisráðharrin Rishi Sunak er í vanda fyri at missa sítt egna valdømi í Richmond - Foto: Pool/Reuters