Sjálvt um Boris Johnson ikki stillar upp til konservativa formansvalið í Bretlandi, vónar floksfelagin Rishi Sunak, at fyrrverandi forsætisráðharrin fer at hjálpa við øllum, hann kann.
Tað skrivar Sunak á Twitter seint í gjárkvøldið, stutt eftir at Johnson boðaði frá, at hann slepti ætlanunum um aftur at gerast formaður og harvið eisini forsætisráðharri.
– Boris Johnson syrgdi fyri brexit og teirri umfatandi koppsetingini, skrivar hann við tilsiping til covid-19-koppsetingina.
– Hann førdi land okkara gjøgnum harðastu avbjóðingarnar, vit nakrantíð hava havt. Og so legði hann eisini eftir Putin og ræðuliga kríggi hansara í Ukraina.
Sunak sipaði til innrásina hjá russiska forsetanum í Ukraina.
– Sjálvt um hann hevur gjørt av ikki at stilla upp sum forsætisráðharri aftur, vóni eg veruliga, at hann fer at halda fram við at hjálpa almenninginum bæði innan- og uttanlands, skrivar Rishi Sunak um Johnson.
Tann 42 ára gamli Sunak, sum er fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, verður mett at vera favorittur til formansstarvið.
Sunak boðaði í gjár frá, at hann stillar upp. Eisini Penny Mordaunt, sum er konservativur leiðari í Undirhúsinum, hevur boðað frá, at hon stillar upp.
Stríðið um formanssessin í Bretlandi koyrir við fullari ferð, eftir at Liz Truss hósdagin boðaði frá, at hon leggur frá sær efitr bara 45 dagar í starvinum sum forsætisráðfrú.
Valevni skulu tryggja sær stuðul frá í minsta lagi 100 konservativum tinglimur í seinasta lagi í dag klokkan 16 fyri at kunna stilla upp.
Um tað bara eydnast einum, verður viðkomandi valdur sum konservativur leiðari – og harvið tann næsti forsætisráðharrin.
Um fleiri valevni eru, skulu tinglimirnir atkvøða um valevnini.
Seinnapartin í gjár vísti ein uppgerð hjá BBC, at 211 av 557 konservativum tinglimum høvdu gjørt av, hvønn teir stuðla.
133 stuðla Rishi Sunak, meðan Penny Mordaunt fær stuðul frá 23. 55 høvdu sunnudagin peikað á Boris Johnsen, sum nú er úti úr kappingini.
/ritzau/