GÍ?EB/Streymur 1?1 (1?0)
Tey fyrstu umførini gekk rættuliga undan hjá Bergi Magnussen og EB/Streymi. Men nú kom stígur í. Fyrst heilkiksaðu teir á heimavølli móti KÍ, og leygardagin hálvkiksaðu teir í Gøtu.
EB/Streymur hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini. Serliga í 1. hálvleiki vóru teir greitt omaná. Janus Rasmussen og Símun Petur Justinussen hava verið krumtappurin á GÍ liðnum, men hesa ferð var Janus ikki við, tí hann var skaddur, og Símun Petur, sum hevur ábyrgdina av næstbesta liðnum, setti ikki seg sjálvan inn, fyrrenn 2. hálvleikur var væl liðin.
EB/Streymur hevði Brian Jensen og gomlu GÍ kempuna, Jón Sigurd Gleðisheygg, í álopinum. Stóru menninir stríddu seg til møguleikar, og Jón Sigurd hevði einar tríggjar í 1. hálvleiki, sum hann átti at hava skorað uppá. Serliga var møguleikin stórur, tá hann hevði fingið bóltin av aftasta manninum hjá GÍ, Jan Skoradal, men skotroyndin var so miseydnað, at málverjin, Hallur Hansen noyddist at fara fram eftir bóltinum, sum ikki orkaði inn móti strikuni!
GÍ hevði fáar og smáar møguleikar í 1. hálvleiki, men tað eydnaðist teimum at skora, tá vanliga leiktíðin var farin. Omar Pálsson, sum var miðvallari, hevði síðsta fótin á.
Í 2. hálvleiki var EB/Streymur framvegis spælstýrandi. GÍ var kortini meiri við, enn teir høvdu verið undan steðginum, og tá tað restaðu tveir minuttir, áttu teir at havt sligið sigurin fastan. Heini Heinason stríddi seg ígjøgnum í vinstru, hann legði upp á tvørs til Per Dalheim, sum var innkomin. Vinkulin hjá honum var í so spískur, og hann valdi heldur at leggja aftur fyri føturnar á Heina, sum var komin í málteigin. Men ólukkutíð fyri GÍ, so sendi álopsmaðurin skeivu megin stólpan.
Vanliga leiktíðin var um at vera runnin, tá EB/Streymur fekk fríspark dygst uttanvert brotsteigin. Finnbjørn Zachariassen smekkaði flatt móti verjugarðinum, onkur hoppaði upp frá, og bólturin streyk í meskarnar aftanfyri Hall Hansen, áðrenn dómarin bríkslaði av.
Komandi leygardag eru havnarliðini á skránni hjá EB/Streymi og GÍ. Gøtumenn skulu í Gundadal at spæla móti HB, og EB/Streymur fær vitjan av B36.jh