Fyri einum mánað síðani – sunnudagin 23. apríl – legði EB/Streymur á heimavølli rygg til 5-1 tap á heimavølli ímóti Víkingi. Hálvleiksstøðan var 1-0 til heimaliðið. Leif Niclasen skoraði málið dygst undan steðginum.
Síðani tá hevur EB/Streymur ikki funnið vegin til meskarnar í mótstøðumálinum. Tað vil siga, at EB/Streymur hevur spælt 315 minuttir uttan at skjóta mál.
Tað var ætlað og vónað, at Arnbjørn Hansen skuldi verða stóri málskjúttin í ár. Í fjør var hann í HB, har skaðar darvaðu so nógv, at Arnbjørn bara spældi við í fýra dystum og einki mál skoraði í landskappingini.
Higartil í ár er sama skilið. Skaðar hava hildið málrevinum frá at verið meiri enn 25 minuttir á vøllinum, og Arnbjørn bíðar framvegis eftir fyrsta málinum.
Hóast tað ikki eydnaðist at skjóta mál, so varð málleysi javnleikurin ímóti B36 við Margáir roknaður at vera gott úrslit:
-Vit vardu okkum til málleysan javnleik, og ímóti HB vóna vit, at tað fer at eydnast at halda tætt. Men vit eru greiðir yvir, at tað er neyðugt at skjóta mál og vinna sigrar, um vit skulu sleppa av aftasta plássi, sigur stinni miðverjin Andras Olsen.
Í fýra heimadystum hevur EB/Streymur bara einaferð vunnið fulla úrtøku – 1-0 ímóti Suðringum.
Hóast gongdin higartil ikki hevur verið sannførandi, so tykist tað sum um, at HB er um at fóta sær. Úrtøkan hevur verið soltin, um sammett verður við undanfarin ár. Tað skal leitast aftur til 1996 fyri at finna minni úrtøku sjey tey fyrstu umførini enn í ár. Tá hevði HB átta stig eftir sjey umfør. Í 2011 vóru, sum tað nú eru, tíggju stig í posanum eftir sjey umfør. Í fjør hevði HB seytjan stig eftir sjey umfør.
Higartil hevur tað í trimum royndum ikki eydnast HB at vinna fulla úrtøku á útivølli – 1-0 tap í Runavík og 0-0 á Skála og í Fuglafirði.
Tepri 2-1 heimasigurin ímóti Suðringum var sera søtur:
-Vit hava sæð tað í tveir mánaðir undir venjing, at Aleksndar Stankov er sterkur, skjótur, hevur góðan bóltførleika og máltev. Tað hevur alstóran týdning. EB/Streymur er um at mynda lið, sum tað er torført at spæla ímóti. Teir eru væl skipaðir í verjupartinum og ikki sørir í framrættaða partinum, so tað verður ivaleyst torført hjá okkum ídag, sigur HB veteranurin Símun Samuelsen.