Sundalagið er á Europaplássi

Tepurt tap við Margáir ber við sær, at Skála framvegis ikki hevur vunnið og nú hongur í heilt klønum tráði

Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið EB/Streymur í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av Skála. Einasta málið varð skorað longu, tá ið fimm minuttir vóru farnir. Málskjútti var Jóhann Hansson Joensen. Hetta var onnur ferðin í ár, at Jóhann var millum málskjúttarnar. Skála misti á veg í álop, og so var tað Gutti Dahl-Olsen, sum spældi málskjúttan leysan.

 

Spælið var ikki altíð so væl skipað, men tað var intenst, undirhaldandi og spennandi. Sum seinni hálvleikur leið, royndi Skála at spenna álopsbogan. Vónin hjá skálamonnum var undan ferðini norður til Margáir, at tað skuldi eydnast at pallseta Uros Stojanov, sum undir venjing hevur víst teimum, hvussu vandamikil hann kann vera.

 

Skálamenn vóru meiri á bóltinum, men EB/Streymur hevði Uros Stojanov í heilt stuttum tjóðri, og tað eydnaðist ikki hjá gestunum at vinna mál. Einaferð í seinna hálvleiki var Uros í góðari støðu, uttan at tað eydnaðist honum at skora. Annars var tað nýggja miðverjan hjá heimaliðnum, Rói H. Olsen og Mikkjal Hellisá, sum hevði fatur á rætta endanum frammanfyri Kristian Joensen, sum var tryggur millum stólparnar.

 

-Tað er sama søga, sum tað hevur verið higartil í ár. Vit hildu EB/Streymi frá stórum møguleikum, og vit spældu okkum til møguleikar, men vit megna ikki at vinna mál, staðfesti vónbrotni Skálamiðverjin og liðformaðurin Jákup Jakobsen.

 

Tá ið 95 minuttir vóru farnir, vann innskifti Pætur Dam Jacobsen hjá Skála fríspark á brotsteigarmarkinum og mitt fyri. Poul Kallsberg sendi bóltin omanfyri manngarðin, men Kristian Joensen bjargaði, og tá ið klokkan vísti 98 minuttir, bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.

 

Tað er sjálvandi frustrerandi og ørkymlandi hjá skálamonnum, at tað ikki eydnast at skora mál og vinna stig og fyrsta sigurin. Eitt korter undan leikloki sá miðverjin Vukasin Tomic gula kortið fyri hevnisøku, og hann eigur at vera glaður fyri, at liturin á kortinum ikki var ein annar.

 

Kristian Joensen, landsliðsmálverjin hjá EB/Streymi var í kvøld liðformaður:

 

-Vit løgdu bragdliga fyri og vunnu týdningarmikla málið, sum bar sigurin við sær. Tað eru vit serliga fegnir um í kvøld, tí fleiri av teimum, sum higartil hava verið fastir menn á liðnum, vóru ikki við. Tað plagar at verða tikið til, at maður kemur í mans stað, og soleiðis var tað hjá okkum í kvøld, sigur fegni EB/Streyma málverjin, nú hann og liðfelagarnir hava vunnið 20 stig og á fjórða plássi eru eitt stig frammanfyri B36, sum sunnudagin fer at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.

 

Hvat sigur tú til, at tit nú eru á Europaplássi?

 

-Vit fegnast um henda sigurin. Hvussu stigatalvan sær út, hugsa vit ikki um. Í morgin fara vit at eftirmeta henda dystin, og so fara vit at venda eyguni ímóti næstu avbjóðingini, sum verður ímóti 07 Vestur, sigur Kristian Joensen, sum fyri fimtu ferð í ár fór av vøllinum, uttan at tað varð skorað ímóti honum.

 

 

 

EB/Streymur – Skála 1-0 (1-0)

 

1-0: Jóhann Hansson Joensen 5.

 

Dómari: Rúni Olsen

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Elias El Moustage, Rói H. Olsen, Mikkjal Hellisá, Ragnar B. Danielsen – Jacob G. Andersen (Jákup Hummeland, 95.), Dánjal Godtfred, Niels Pauli Danielsen (Tóki H. Johannesen, 81.), Jóhann Hansson Joensen (Sørin Wardum, 96.) – Filip Djordjevic (Høgni Hummeland, 95.), Gutti Dahl-Olsen (Filip K. Johansen, 96.)

 

Gult kort: Kristian Joensen, Rói H. Olsen

 

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

Skála: Jákup N. Olsen – Karl Martin Johansen, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard (Pætur Dam Jacobsen, 71.), Emil Weihe Joensen (Martin Johansen, 59.), Steinbjørn Olsen, Poul Kallsberg – Jan Ingason Hansen (Jákup Joensen, 87.), Uros Stojanov

 

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Vukasin Tomic, Pætur Dam Jacobsen

 

Venjari: Michael Bjørn Nielsen