Tá Jógvan Sundstein í dag gevur út bókina ”Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð”, er tað samstundis fyrstu ferð, ein fyrrverandi føroyskur løgmaður gevur út sínar endurminningar.
Erlig bók
Jógvan Sundstein leggur áherðslu á, at hann hevur roynt at siga sína søgu so erliga, sum til ber. Tí hugsaði hann heldur ongantíð um at fáa onkran annan at skriva sína ævisøgu, sum annars er rættiliga vanligt, tá tað ræður um bøkur um politikarar.
- Politiski parturin av bókini byggir á mínar egnu tankar, meðan eg stóð beint í hendingunum. Eisini havi eg roynt at reflektera eitt sindur aftaná um tað, sum fór fram. Í báðum førum er hetta fyrst og fremst mín útgáva av tí, sum fór fram, sigur Jógvan Sundstein, og leggur afturat, at uttan iva er onkur, sum minnist somu hendingar øðrvísi.
Virðismikil kelda
Fyri Zakaris Wang, stjórnmálafrøðing og stjóra á forlagnum Stiðin, ið gevur bókina út, er tað eisini hetta, ið ger bókina hjá Jógvani Sundstein serliga virðismikla.
- Persónliga søgan hjá politikararum manglar stórt sæð fullkomiliga í føroyskari søguskriving, tí søgufrøðingar lítið annað hava havt at hildi seg til, enn talur og skjøl. Tískil vita vit lítið og onki um, hvussu hesir politikarar vóru sum menniskju, og hvussu teir upplivdu tíðina og hendingarnar, teir vóru partur av, sigur Zakaris Wang.
Hann leggur afturat, at tað sjálvsagt er uppgávan hjá søgufrøðingum at viðgera slíkar keldur kritiskt, eins og allar aðrar, men uttan slíkar keldur missir søguskrivingin týðandi partar.
Sjálvur vónar Zakaris Wang, at bókin hjá Jógvani Sundstein fer at geva øðrum føroyskum politikarum íblástur til eisini at skriva sínar endurminningar. Um ikki fyri sína egnu skyld, so fyri at framtíðar søgufólk fáa so fjøltáttaðar keldur at standa á, sum møguligt.