Súni og Fróði vónbrotnir av úrsliti og dómara

Dómarin líka hopleysur sum Casanova

Casanova í 21. øld, also dómarin í dystinum vísti seg at verða líka hopleysur, sum navnabróðurin, Casanova í 18. øld.

 

Tá Rás2 fekk orðið á Súni Olsen og Fróða Benjaminsen vóru teir týðiligi vónbrotnir av úrslitinum og dómaranum. Tó kundi báðir finna onkra troyst í, at leikliga leiktu Føroyar ein rættiliga góðan dyst, hóast 2-1 tapið.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Súni Olsen og Fróði Benjaminsen søgdu við Trónd Arge fyri løtu síðani.