Jasper er aftur í Vágum

07 Vestur hevur á veitsluni í kvøld boðað frá fyrsta spælaranum, sum legst aftrat

Fótbóltslagið er gott í Vágum í kvøld.

 

Eftir at liðið í fleiri umfør lá undir niðurflytingarstrikuni, eydnaðist tað við 3-3 javnleiki á heimavølli ímóti EB/Streymi at lyfta liðið at vera røttu megin niðurflytingarstrikuna.

 

Á ársveistluni í kvøld varð boðað frá, at ein gamal kenningur aftur fer at spæla við 07 Vestur.

 

Tað er Jasper Van Der Heyden, sum nú aftur fer í hvíta búnan hjá vágamonnum, eftir at hann tvey tey seinastu árini hevur spælt við NSÍ.

 

Jasper Van Der Heyden spældi í 2022 og 2023 við 07 Vestur.

 

30 ára gamli belgiski spælarin hevur verið í føroyskum fótbólti síðani í 2020, og hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 135 landskappingardystir og skorað 30 mál í bestu landskappingini, og í steypakappingini hevur hann spælt átta dystir og skorað tvey mál. Í europeisku kappingunum hevur hann spælt tríggjar dystir.