Amerikanski forsetin, Donald Trump, er í hesum døgum í Asia, har hann vitjar í fleiri londum og hittir politiskar leiðarar.
Millum teirra, sum hann fer at hitta, tá hann er í Suðurkorea, er kinesiska forsetan, Xi Jinping.
Í dag sigur Donald Trump sambært Reuters, at tað verður eingin fundur við russiska forsetan, fyrr ein friðaravtala er komin upp á pláss.
Ætlanin var annars, at Donald Trump og Vladimir Putin skuldu hittast í Budapest, men hetta verður fyribils av ongum.
- Eg vil vita, um ein avtala kemur upp á pláss við russiska forsetan, tí eg ætli mær ikki at blaka tíðina burtur, sigur hann við Reuters.











