Mikudagin 19. august skal føroyska A-landsliðið aftur í eldin. Hesaferð skulu føroyingarnir royna seg niðri í Bosnia, og sigast má, at hetta verður ein stórur biti hjá føroyingunum at gloypa.
Seinnapartin mánadagin komu boð frá FSF um, at Allan Simonsen hevur úttikið hópin, sum fer úr Føroyum til Sarajevo sunnudagin 16. august.
Teir 18 spælararnir, sum skulu við til Bosnia, eru:
Magni Jarnskor, Henning Jarnskor, Sámal Joensen og Sunnvard Joensen úr GÍ, Jens Kristian Hansen, Arnbjørn Danielsen, John Petersen, Pól Thorsteinsson og Jákup á Borg úr B36, Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre úr HB, Øssur Hansen úr B68, Óli Johannesen úr TB, Uni Arge úr Leiftri, Jan Allan Müller úr Esbjerg, Julian Johnsson úr Kongsvinger, Jákup Mikkelsen úr Herfølge, og Todi Jónsson úr FC Keypmannahavn.
Av hesum 18 eru Sunnvard Joensen úr GÍ og Jákup á Borg úr B36 spildurnýggir í A-landsliðshøpi. Í mun til hópin, sum var í Estlandi í byrjanini av juni, eru tríggjar broytingar. Umframt Sunnvard Joensen og Jákup á Borg er Óli Johannesen, sum var upptikin av lestri, tá landsliðið var í Tallinn, komin við aftur.
Úr hópinum eru farnir Jens Martin Knudsen, Jan Dam og Jens Erik Rasmussen.
Sunnvard Joensen fær kjansin, nú Jens Martin Knudsen er leikbannaður. Ungi GÍ-málverjin, sum hevur yvirtikið plássið hjá júst Jens Martini í GÍ-málinum, er tikin fram um royndari menn sum Bjarna Johansen og Kaj Leo Johannesen.
Lítil ivi man vera um, at Jákup Mikkelsen verjir málið í Sarajevo, og at venjarin hevur valt at taka ein ungan málmann við, so hesin sostatt kann »snúsa« eitt sindur til landsliðsumhvørvið.
Jákup á Borg hevur havt eitt rimmar ár við B36 higartil, og hann er í løtuni toppskjútti í 1. deild við 10 málum í 11 dystum.
Allan Simonsen var í Gøtu leygardagin og í Gundadali sunnudagin, og hann hevur ivaleyst verið nøgdur við tað, hann hevur sæð frá hesum báðum.
Annars er vert at leggja til merkis, at oddaliðið HB bert hevur tveir mans í hópinum, meðan KÍ, sum er nummar tvey, als ongan hevur.
Suðuroyarliðini eru bert umboðað av Óla Johannesen úr TB, og burtursæð frá teimum, sum spæla uttan fyri Føroyar, er restin úr Havn og úr Eysturoynni.
Landsliðið fer úr Føroyum sunnudagin 16. august, og dysturin móti Bosnia verður mikudagin 19. august klokkan 20.15 lokala tíð. Landsliðið kemur aftur til Føroyar hósdagin 20. august.