Bayern Munchen er Champions League vinnari 2013. Tað er ein hálvur tími síðani finalan á Wembley í London er liðug og dagsins hetja, Arjen Robben, stendur einsamallur við steypinum. Allir hinir spælararnir standa saman miðskeiðis á Bayern hálvuni, meðan flúgvandi hollendarin stendur á girðingini og øsir ein stemning upp.
Hann tapti HM finaluna í 2010 har hann hevði ein risa møguleika at skora. Hann tapti Champions League finaluna í 2010 fyri Inter Milan, og tapti Champions League finaluna í fjør fyri Chelsea, eftir at hava brent brotsspark í longdu leiktíðini. Nú er løtan endiliga komin hjá dribblaranum, sum av øðrum er skírdur sjálvsøkin. Fototólini renna eftir honum, og tá tey ikki tíma meir, so rennur hann aftaná fototólunum. Løtan skal festast á prent og ongin skal verða í iva um, at hesa ferð fekk berskølti bóltsnillingurin ikki gummibein, tá mesta stóð á.
Við einum málið í seinasta minuttinum av vanligari leiktíð tryggjaði Arjen Robben Bayern Munchen sítt fimta Champions League steyp – men í 67 minuttir gav Borussia Dortmund landsmonnum dygga mótstøðu.
Dortmund á odda í London
Fríggjakvøldið setti regnið sín dám á stemmningin í miðbýnum. Gongugøturnar í London vóru heldur tómar og bara einkultar skríggjandi gular Borussia Dortmund troyggir vóru at fáa eyga á. Dystardagurin var ikki gamal, tá sól reis og vakti ein heilan bý. Á Piccadilly Circus stóðu yvir hundrað gulklæddir Dortmund viðhaldsfólk og hugnaðu sær.
Tað einu ferðina koma fýra fólk í Bayern Munchen troyggjum gangandi framvið. Øll sum ein ýla Dortmund viðhaldsfólkini eftir teimum. Men ólikt sjónvarpsmyndum aðrastaðni frá, so verða ýlini móttikin við einum smíli og alt er bara sunn kapping og skemt.
Á Trafalgar Squara er upp aftur fleiri Dortmund viðhaldsfólk og javnan roynast felags róp frá mannamúgvuni. Dortmund vann stórsigur í London.
Í tokinum á veg til Wembley eru fleiri Bayern Munchen viðhaldsfólk at síggja, men ongi ilt er at hóma millum áskoðararnar. Heldur sita tey og práta.
- Um hetta var ein finala millum tvey ensk lið, so høvdu viðhaldsfólkini hjá liðnum skula við hvør sínum tokið. Annars hevði tað endað við bardaga, sigur eldri maður við tveir Dortmund vihaldsmenn, sum tosa við ein Bayern fjeppara.
Á Wembley er lætt at sleppa framat. Leikvøllurin er risastórur og tað er tikin hædd fyri, at næstan 90.000 fólk aftur og fram tile in slíkan dyst.
Inni á Wembley halda viðhaldsfólkini hjá Dortmund nógvan gang. So nógvan gang at tað lætt at gloyma, at ta sita eins nógvir áskoðarar hjá Bayern í hinum endanum. Fram til dystarbyrjan er ongin ivi. Borussia Dortmund hevur vunnið dystin uttanfyri vøllin.
Málleysur fyrri hálvleikur
Borussia Dortmund er omaná fyrsta hálva tíman. Teir trýsta Bayern Munchen langt aftur á vøllin og vinna slagið um miðvøllin. Robert Lewandowski, Marco Reus og Jakub Blaszczykowski høvdu allir næskar royndir, men hvørja ferð stóð Manuel Neuer í vegin.
Í ein góðan hálvan tíma var Dortmund omaná og lík var til, at hetta kundi blíva stóri dagurin, har Dortmund endurtók bragdið frá 1997, tá teir vunnu Champions League.
Seinasta korterið tók Bayern Munchen við. Arjen Robben bleiv tvær ferðir púra leysur, men Roman Weidenfeller stórbjargaði. Eisini Mario Mandzukic hevði stútara á tvørstongina.
Málleyst, men undirhaldandi og gott spæl í fyrra hálvleiki.
“Super-Bayern”
Eitt korter inn í seinna hálvleik kemur hol á. Franck Ribery sendir Arjen Robben avstað í vinstru. Komin oman á baklinjuna leggur hann bóltin innfyri til Mario Mandzukic, sum tætt undir málinum kundi leggja Bayern Munchen á odda.
- “Super-Bayern, Super-Bayern, hey, hey”, ýldu viðhaldsfólkini hjá Bayern Munchen.
Eftir málið royndi Borussia Dortmund at gera eitt sprell, men tú hevði kenslu av, at Borussia Dortmund spældi upp á sín seinasta møguleika, tí Bayern Munchen hevði nú takið á dystinum.
Tað var so líka til Dante valdi at sparka ella stempla Marco Reus inni í brotsteiginum hjá Bayern Munchen. Dómarin, italski Nicola Rizzoli, bríkslaði fyri brotssparki, men valdi ikki at geva Dante kort. Miðverjin hevði gult kort frammanundan. Ilkay Gundogan tók sær av brotssparkinum og skoraði.
Við útjavnandi málinum kom seinasta sprellið frá gula dreyminum úr Dortmund. Nú var týska “Super-Bayern” maskinan komin upp í snúningar og guli dreymurin fánaði so hvørt sum orkan gekk undan.
Eftir málið hevur Dortmund ein roynd á mál, meðan Bayern Munchen fimm ferðir søkir at málinum hjá Roman Weidenfeller. Fimta og seinasta royndin kemur seinasta minuttinum, tá Arjen Robben dregur framvið verjuni og prikar bóltin í málið til 2-1.
Virðing er lyklaorðið
Hetta gjørdist ein ringur biti at svølgja hjá Borussia Dortmund viðhaldsfólkunum, men ongantíð gjørdist stemmningurin óndur. Sjálvt tá dómararnri fóru upp á pallin varð klappað runt alt Wembley. Somuleiðis klappaðu Bayern Munchen viðhaldsfólkini, tá Borussia Dortmund spælararnir fóru tungu leiðina niðan eftir silvurheiðursmerkinum.
Meðan trappan upp til UEFA forsetan og Champions League steypið var tung fyri teir gulu og svørtu úr Dortmund, so var hon nógv lættari fyri teir reyðu og hvítu úr Munchen.
Seinastur at fáa heiðursmerki um hálsin var liðskiparin Philipp Laham, sum síðani fekk handa steypið.
Hetta er fimtu ferð, at Bayern Munchen vinnur Champions League. Teir vunnu kappingina í 1974, 1975, 1976, 2001 og nú í 2013. Sostatt kann Bayern Munchen taka steypið heim við!
Stubbi 1:
Bayern kann vinna “The Treble”
Bayern Munchen hevur nú vunnið týsku Bundesliguna og Champions League. Teir eru eisini í týsku steypafinaluni og kunnu tí vinna “The Treble” um teir vinna steypakappingina við.
Stubbi 2:
Jupp Heynckes vunnið tvey Champions League heitið
Venjarin hjá Bayern Munchen hevur vunnið Champions League á øðrum sinni. Fyrru ferð var við Real Madrid í 1998. Í báðum førum hevur hann ikki hildið fram sum venjari. Í Real Madrid bleiv hann koyrdur eftir sigurin, meðan Pep Guardiola tekur yvir í Munchen.
Pluss og minus:
Pluss: Tað eru nógv pluss at taka við frá finaluni. Tiltakið var væl fyrireikað og at kalla alt sá út til at rigga. Dysturin var góður, veðrið var gott, dómarin var góður.
Minus: Tað munnu helst verða løturnar tá Franck Ribery og Mario Mandzukic grenja og gramdu seg í eitt korter út í eitt.
Champions League finalan 2013 í tølum:
Borussia Dortmund – Bayern Munchen
Mál: 1-2
Spælbýti: 42% - 58%
Samlaðar royndir á mál: 12-14
Skot á mál: 8-9
Skot við síðuna av: 4-5
Skot blokerað: 1-0
Skot á stengurnar: 0-1
Hornaspørk: 6-8
Rangstøður: 1-4
Gul kort: 1-2
Reyð kort: 0-0
Gjørd fríspørk: 11-7
Borussia Dortmund: 4-2-3-1
Roman Weidenfeller
Lukasz Piszczek Neven Subotic Mats Hummels Marcel Schmeizer
Sven Bender Ilkay Gundogan
(Nuri Sahin, 90+2.min)
Kevin Grosskreutz Marco Reus Jakub Blaszczykovski
(Julian Schieber, 90.min)
Robert Lewandowski
Bayern Munchen: 4-2-3-1
Manuel Neuer
Philipp Lahm Dante Jerome Boateng David Alaba
Javi Martínez Bastian Schweinsteiger
Arjen Robben Thomas Muller Franck Ribery
(Luiz Gustavo, 90+1.min)
Mario Mandzukic
(Mario Gomez, 90+4.min)
Spælarametingar:
Manuel Neuer: 6
Stóð sum ein brandur. Bara eitt brotsspark fór framvið manninum, sum fleiri meta verða heimsins besta málmann. Hevði onkra stórbjarging í fyrra hálvleiki. Stóð annars tryggur og tók sær av øllum, sum hann skuldi. Dagsins maður saman við Roman Weinderfeller.
Philipp Lahm: 3
Tað var lítið um liðskiparan hjá “Super-Bayern” í finaluni. Hann hevði okkurt innlegg, men var fyri tað mesta í verjustøðu. Plagar at geva einum dysti meiri.
Jerome Boateng: 3
Hevði trupulleikar í fyrra hálvleiki av Marco Reus og Robert Lewandowski. Spældi seg upp í seinna hálvleiki, men tað kom meiri av tí at Bayern setti seg tungt á dystin.
Dante: 2
Kundi og skuldi helst havt fingið sítt seinna gula kort. tá hann stemplaði Marco Reus í støuni, ið gav brotsspark til Dortmund. Fekk gult kort í fyrra hálvleiki fyri at steðga álopið og hevði trupulleikar – serliga í fyrra hálvleiki.
David Alaba: 4
Tann mest eyðsýndi í verjuketini. Kom væl fram við og hevði eitt dundurskot, sum eins væl kundi farið í málið. Sjáldan Dortmund kom gjøgnum í hansara síðu.
Bastian Schweinsteiger: 3
Var ikki so sjónligur á miðvøllinum, sum hann hevur verið fyrr. Royndi at fordeila spælið, men tað gav sjáldan úrslit. Var púra fekk ein stóran part av fyrra hálvleiki, men vaks við uppgávuni eins og restin av liðnum.
Javi Martínez: 5
Maðurin skal á spanska landsliðið. Hann drønaði runt allan miðvøllinum við síni kropsligu styrki og flestu av sínum tvídystum. Bleiv keyptur fyri nógvar pengar úr Bilbao, men sær út sum eitt gott keyp og ein framtíðar miðvallargeneralur hjá bæði Bayern og Spania.
Franck Ribery: 4
Skapaði sær allan dystin og tað var strævið at hyggja at. Hevur framúr bóltførleika og tað vísti hann eisini í løtum, men gjørdist ikki eins avgerandi og hin vongurin.
Thomas Muller: 4
Datt inn og út úr dystinum, men tá hann var við, so gjørdi hann eisini mun. Bleiv feldur í avgernadi løtu, tá Bayern var í álop og skuldi helst fingið brotsspark og reytt kort til Dortmund verjuspælaran. Kom fleiri ferðir í góðar støður tó uttan at nøkur góð roynd kom burturúr.
Arjen Robben: 5
Gjørdist hetjan við avgerandi málinum stutt fyri tíð og átti uppleggið til 1-0 málið. Hevði aðrar møguleikar at skora, men brendi. Lat ongan iva verða um, at hann er ein “einari”, tá hann eftir dystin fyri tað mesta feiraði heitið fyri seg sjálvan.
Mario Mandzukic: 4
Skoraði fyrra málið og hevði ein stútara á tvørstongina. Hevði annars trupulleikar av luftdystinum og tapti fleiri ferðir nærdystirnar. Brúki eisini ov nógva tíð at liggja á vøllinum og grenja.
Borussia Dortmund:
Roman Weinderfeller: 6
Kundi ikki gjørt meir. Hann stórbjargaði fleiri ferðir, kom út í brotsteigin eftir innleggum og kann ikki lastast fyri málini. Dagsins maður saman við Manuel Neuer.
Lukasz Piszczck: 3
Var við í góðum álopið, tá Dortmund mundi lagt seg á odda í fyrra hávleiki, men vísti annars lítið av sínum evnum. Var bundið av at dekka Ribery.
Mats Hummels: 2
Stríddist fyri at blíva klárur til finaluna. Sá ósikkur út í fleiri støðum, men var góður í framrættaða spælinum.
Neven Subotic: 4
Spældi hinvegin ein góðan dyst. Vann tvídystirnar við Mandzukiz og stórbjargaði á málstrikuni, tá Thomas Muller var um reppið at leggja Bayern á odda. Tryggur í verjustøðu.
Marcel Schmeizer: 2
Skuldi taka sær av Arjen Robben, men endaði við at standa skeivt plaseraður fleiri ferðir, so Robben fekk góðar møguleikar. Megnaði einki frameftir.
Sven Bender: 3
Datt nakað niður í millum á miðvøllinum. Í fyrra hálvleiki var hann partur av Dortmund trýstinum og vann nógvar bóltar, men tað orkan sá út til at ganga undan í seinna hálvleiki.
Ilkay Gundogan: 5
Spældi ein frálíkan dyst mitt á miðjuni. Hevur góðan bóltførleika og gott eyga fyri spælinum. Skoraði upp á brotssparkið og átti annars lut í tí mesta av uppspælinum, sum Dortmund hevði.
Kevin Grosskreutz: 3
Kom inn í staðin fyri skadda Mario Gotze og tað sást á spælinum hjá Dortmund, sum ikki fekk sama kvika spælið at rigga. Hevði eina frálíka aktión í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdi tunnel og spældi Marco Reus leysan.
Jakub Blaszczykowski: 3
Var lívligur í góðu løtuni í fyrra hálvleiki, men fánaði burtur í seinna hálvleiki. Hevði ein góðan møguleika, men Manuel Neuer bjargaði.
Marco Reus: 5
Besti útispælarin hjá Dortmund. Var ein støðug hóttan móti Bayern verjuni og kom fleiri ferðir í góðar støður við sínum skjótleika og góða bóltførleika. Hevði eisini fleiri royndir á mál. Framtvingaði eisini brotssparkið.
Robert Lewandowski: 4
Var somuleiðis ein støðug hóttan og brúkti kropsligu styrkina væl. Hevði okkurt gott skot, men manglaði at koma til fleiri vandamiklar møguleikar.