Super Bowl fær vánaligt ummæli

Hyggjaratølini til Super Bowl í nátt vóru ikki serliga høg.

Tað vóru søguliga fá stig á máltalvuni, tá ið New England Patriots í gjár vann 13-3 á Los Angeles Rams í Super Bowl LIII (53). Tað nú falna metið var frá Super Bowl VII í 1973, tá Miami Dolphins vann 14-7 á Washington Redskins.


Fyrstu metingarnar eftir dystin í nátt vísa nú eisini, at Super Bowl hesaferð hevur havt lág hyggjaratøl. Hetta skrivar amerikanska TV Line, mált eftir Metered Market Rating, ið eitt nú útroknar miðaltal av sjónvarpshyggjarum.


Talið á hesum útroknaranum er 44,9, og tað er tað lægsta síðani Super Bowl í 2009, tá ið talið var 42,0 tá ið Pittsburgh Steelers vann 27-23 á Arizona Cardinals.


Tað vóru í miðal 88 milliónir sjónvarpshyggjarar í amerikanskum sjónvørpum til Super Bowl í gjár, og eftir hesum talinum at rokna metir TV Line ikki, at samlaða talið fer at røkka teimum 100 milliónunum, ið tað annars mangan ger.


Talið á hyggjarum í USA hevur ikki verið undir 100 milliónir síðani áðurnevnda Super Bowl í 2009, tá ið 98,7 hyggjarar vóru. Í fjør vóru til samanberingar 103,4 milliónir hyggjarar, og tað var eisini lutfalsliga lágt.


Ítróttarliga var Super Bowl í gjár ikki nógv at reypa av, og tað letur heldur ikki til, at hyggjararnir vóru serliga hugtiknir av tí tiltikna halftime-show, sum hesaferð varð framført av Maroon 5.