Upprunaliga, tá teir byrjaðu sum bólkur, settu teir saman sangir og byrjaðu at spæla í pubbum og klubbum í høvuðsstaðnum í Skotlandi, Glasgow. Superhero varð formað av nøkrum fáum dreingjum við einum ynski um at skriva tónleik og verða hoyrdir.
Sum bólkurin mentist, bræddi Gud teirra persónsmensku, og í dag stendur teirra tónleikur sum vitnisburður til hvat Gud kann gera, um tú gongur hansara leið.
Teir byrjaðu í fyri tíggju árum síðani at skriva sangir og spæla á smærri spælistøðum, og hava síðani ment seg víðari. Í 1999 góvust upp arbeiðini hjá sær, og byrjaðu at spæla tónleik á fulla tíð. Sama árið spældu teir á Evropeiska Festivalinum í Týsklandi, og skrivaðu undir teirra fyrsta sáttmála um upptøku, og fyrsta lagið varð tikin upp sama árið.
Verið á rundferð bæði í Evropa og USA
Síðan fyrsta plátan, kallað Superhero, kom á marknaðin í 2003, hevur tað gingið sera skjótt framá hjá teimum. Í 2004 vóru teir á rundferð við bólkum sum Delirious, Newsboys, Third Day og Rebecca St James, sum eisini spældi á Fjarðafestivalinum í 2006. Sama árið vóru teir á teirra fyrstu rundferð í Stóra Bretlandi. Í 2006 kom næsta fløgan hjá teimum, >> Fake Lunar Landing <<, á marknaðin, og árið eftir vóru teir á rundferð í USA í tveir mánaðir saman við DecembeRadio, Bread of Stone og Nevertheless. Í ár hava teir verið á tveimum rundferðum í USA, einari á vesturstrondini og einari á eysturstrondini, har teir millum annað spældu live á Sirius Satellite Radio Studios í New York. Henda rundferðin byrjaði 9. mai í ár, og eftir hetta gekk leiðin so til Evropa aftur, har teir nú í vikuskiftinum koma til Føroya.
Eru spentir undan Fjarðafestivalinum
Tá fyrireikarnir av Fjarðafestivalinum bjóðaðu Superhero til Føroya vendu teir sær til Rebeccu St James at spyrja hvussu hesin festivalurin var. Tá forsangarin Tim Cheshire varð spurdur, um hvat hann væntar frá hesum festivalinum, svarar hann soleiðs.
- Vit vænta at tað verður sera stuttligt. Vit hoyrdu frá okkara góða vini, Rebecca St James, at áhoyrarafjøldirnar eru framúrskarandi. Tað er eitt stað, har vit ongantíð hava spælt áður. Vit hava spælt í Danmark og øðrum pørtum av Skandinavia, men vit hava ongantíð verið í Føroyum, og vit vænta at møta eitt sindur av víkingaanda, skrivar Tim Cheshire, forsangari í Superhero, í stuttari viðmerking.
Tim Cheshire greiðir somuleiðis frá, at teir eru sera spentir at koma hendavegin, og at einasta keðiliga við túrinum er at guitaristurin hjá teimum, Gavin McGrath, er vorðin somikið sjúkur, at hann tíverri ikki kann koma við. Men í hansara stað kemur so Jon Darby, sum hevur spælt við Superhero áður.