Superhero sum Job

Í fjør gekk alt ímóti hjá Superhero. Alt gekk ímóti, men teir megnaðu hóast alt at halda ein fína konsert. Í ár var øðrvísi, tí tað allarmesta bar til Tá Superhero vóru í Føroyum í fjør var alt ímóti teimum. Regnið oysti niður og teknikkurin sveik teir ferð eftir ferð, samstundis, sum teir vóru hálvt triðja døgn seinkaðir, áðrenn teir sluppu á pallin, har teir sum Job, stríddust, hóast alt gekk ímóti.

 

Í ár var øðrvísi. Flogfarið lendi í Vágum eitt heilt korter, áðrenn tað átti. Pallurin er innandura, men høvdu teir vilja verið úti, so kundu teir verið úti, tí tað er av fagrasta festivalveðrið í kvøld. Og teknikkurin vildi bara alt tað, sum bólkurin vildi, og tí er ikki at taka munnin ov fullan at samanbera tolið hjá Superhero við Job.

 

Tí tað riggaði væl alla tíðina, og bønarløtan um miðja konsert savnaði bólkurin øll saman, har teir bóðu til og greiddu frá, at einasti vegurin til harran er gjøgnum Jesus, og ungdómurin tók undir.

 

Samanumtikið er bólkurin heilt víst fegnari í ár, enn hann var í fjør, tá ikki eingong veðurgudarnir vildu síggja nakað til skotska bólkin.

 

Tungar trummur, snjallur gittari og ein sangari, sum veruliga meinar tað hann syngur. Bassleikarin gongur við obligatorisku flættunum og tann smædni trummuspælarin, sum helst hevur verið skeldaður í kamari sínum í Skotlandi, tí hann hevur larmað ov illa. Tí hann sat og hugdi niður í trummurnar tað mesta av tíðini.

 

Men tá bólkurin ætlaði at gevast var dómurin greiður. Tey mongu ungu fólkini skríggjaðu, hoppaðu, klappaðu og trampaðu, til bólkurin kom uppaftur og spældi eykalagið.