Tað var ein sponsk familja - maður, kona og trý børn - sum saman við tyrluskiparanum lótu lív, tá tyrlan, tey vóru í, datt niður í Hudson-ánna í New York seinnapartin í gjár, lokala tíð.
Stutt fyri vanlukkuna varð viðhefta mynd tikin av sponsku familjuni, sum var og ferðaðist í USA.
Tað var borgarstjórin í New York, Eric L. Adams, sum á tíðindafundi í gjárkvøldið bar boðini um, at øll seks, sum vóru í tyrluni, høvdu latið lív.
Sponsku ferðafólkini, sum lótu lív, vóru Agustín Escobar, leiðari hjá Siemens í Spania, kona hansara, Mercé Camprubí Montal og tey trý børnini hjá teimum, ávikavist 4, 5 og 11 ára gomul.
Í einari útsøgn, sum tíðindastovan Reuters endurgevur, sigur felagið, sum Agustín Escobar arbeiddi fyri, at tey í fyritøkuni eru í djúpari sorg yvir starvsfelagan og familju hansara.
Myndin omanfyri er tikin stutt fyri, at tey fóru umborð í tyrluna, sum bert hevði verið á flogi í nakrar minuttir, tá hon datt niður í Hudson-ánna.
Michael Roth (71), sum eigur tyrlufelagið, sigur við bretska blaðið, The Telegraph, at tyrluskiparin hevði ringt á støðina og sagt, at tey vóru á veg aftur til lendingarbreytina, men hagar komu tey ongantíð.
##med2##
- Tyrluskiparin ringdi og segði, at hann skuldi lenda, og at tyrluni vantaði brennievni. Tað skuldi tikið tyrluni tríggjar minuttir at komið hagar, men eftir 20 minuttum var tyrlan framvegis ikki komin.
Michael Roth sigur, at tíðindini um vanlukkuna eru tung.
- Vit eru øll í knúsi, og kona mín grætur framvegis, leggur hann aftrat.
Tyrlan, sum datt í Hudson-ánna, var av slagnum Bell 206-L4, og hon var fyrstu ferð skrásett í 2005. Lagnutúrurin seinnapartin í gjár var triði túrurin á degnum við ferðafólki kring Manhattan, tá vanlukkan hendi.
Vit ávara um ógvusligar myndir á leinkjuni niðanfyri, tá tyrlan dettur niður -
https://www.dagbladet.no/video/helikopter-styrtet-i-hudson-elva/JWgjkPMJ