Vit hava nú í eina tíð sæð spiónmyndir av einum bili, sum skuldi vera tann nýggi Toyota Supra, men nú vísir tað seg, at talan er um super sportsbilin Lexus LF-A, sum enn er ein konseptbilur. Bilurin hevur verið royndarkoyrdur á Nürnberg-ringinum í Týsklandi og í USA.
Motorurin verður ein 5,0 litur V8 við umleið 500 hk og automatiskum 7-trins girkassa. Toppferðin verður um 300 km/t. So her er talan um ein rættuligan sportsbil.
Lexus LF-A kemur eftir ætlan á marknaðin í 2007.