Svínoy og sjógvurin spæla saman

Hugleiðingar um útróður, skipsfiskiskap, familjubond og bygdarlív, sum Jóannes Hansen, ið hevur nógv ættarbond út hagar, hevði á útoyggjastevnuni, sum síðsta leygardag var í Svínoy

Sum tú líkist nógv mammu tíni! Tað var heilsan og móttøkan, og tú kendi teg harvið hava vunnið orduligt innpass í hetta samfelagið. Soleiðis minnist eg móttøkuna í handlinum hjá Mikkjali.
Ferðin av Eiðinum og heim var sum at ganga í skrúðgongu. Fríð­rikur, Dánjal Jákup, By og Sofus á Dalinum førdu okkum út við Másanum, og so fóru vit heimeftir til gongu. Onkur, sum ikki var so væl fyri, fekk forrættin at sita í bil­in­um, sum Jutt koyrdi. Øll bygdini fylgdi við í, hvør kom og hvør fór avstað. Hetta var jú størsta hend­ingin á degnum og mest sum ein­asta sambandið við umheimin.

Telefonin
Tað bar til at tosa í telefon, men tað var ikki sum at siga tað. Ein linja var úr Klaksvik og eystur um Múlan, og Berta og John royndu at gera sítt besta fyri at svínoyingar skuldu eiga sín part í henni. Tað var í kapping við fugloyingar, sunda­fólk og viðoyingar, og um eitt nú onk­ur orðaríkur sundamaður rættu­liga foldaði seg út í telefonini, so tók tað sína tíð. Tí ráddi um at vera klárur, tá ið sambandið var har. Berta ella Marin Katrina, Kerst­in, Malan, Pól Sivar ella Mikkj­al runnu við telefonboðum, og konur við fyrriklæði uppfyri seg fóru stunandi fyri at tosa, kanska við mannin, sum leingi hevði sitið inni á telefonstøðini í Klaksvík og bíðað.
Um tað ikki eydnaðist at fáa sam­band í fyrstu atløgu, so var bíð­að í køkinum hjá Bertu, har tað dag og dagliga sótu nógv fólk, meðan húsfólkið livdi sítt lív.

Kend andlit
Gongdin heim av Eiðinum hevði sína mannagongd. Tað varð heilsað upp á tey uttanfyri hjá Símuni hjá Jensi og Ingrid ommusystir, sum búði á Geilalið, har Nikolina og Poul, skyldmaðurin, seinni fluttu norður, og har Oddbjørg nú hevur handil, og mamma heilsaði upp á Ingu skyldkonuna og Jens systk­inabarnið, nikkaði til Elisabeth uppi í Húsi ella pjúsi, sum tey siga í Svínoy, og tey á Geilini og í Lágbø, áðrenn hon hugdi inn á gólvið hjá Jóhannu abbasystir og Fridu, sum búðu í húsunum hjá Anniku og Heina, og so fóru vit oman í Heimi­stovu, har fyrimyndarliga Irena tók ímóti, eftir at Gina gumma uppi á Fløtti hevði fingið eina heilsu á vegnum.
Tey vóru altíð nógv fólk í Heimi­stovu. Nú er tómt! Fyri trimum árum síðani prátaðu Øssur Hovland og eg ein góðveðursdag umborð á Smyrli um stóru broytingarnar í Svínoy. Tá helt Øssur fyri, at í hoyggingini vóru so nógv fólk í Heimistovu, tá ið hann var smádrongur, at tað var lítið meiri enn ein klúkur í part til hoyggingarkonurnar!
Dagliga varð leitað út í handilin hjá Mikkjali, og tá var tað, at Petra skyldkonan so fyrndarblíð tók ímóti, og staðfesti, hvussu familju­bond­ini hingu saman, meðan hon og Símun seldu petroleum, rívur, mjøl og sukur og sodavatn. Talan var um glas­fløskur við jarnproppi. Vit boraðu hol í proppin fyri at innihaldið skuldi kennast drúgvari, og so gjørdist tað ikki við, um eitt sindur av tundri fylgdi við í munnin.
Kring knøttin
Í gjár vóru tað 200 ár síðani, at Napoleon Bonaparta leyp á Russ­land. Tað mundi taka sína tíð, áðr­enn tey tíðindini rukku til Føroyar og Svínoyar.
Tað er nógv broytt. Nú situr Sunnva Asano ella Sunnva á Geilini yviri í Japan og fylgir við í, hvussu svínoyingar hava fyrireikað seg til útoyggjastevnuna. Eg samskifti við hana í morgun. Hon býr í Tokyo, men hon segði, at í dag hevði hon nógv heldur vilja verið í Svínoy!
Anna Jórun systkinabarnið – dóttir Fríðgerð mostur og Heina - Malla hjá Bjarna hjá Mallu og Edvardi, Óli á Geilini, sonur Elmu og Esbern, sum bæði fóru alt ov tíðliga, Katrin Sloan Nielsen, Pól Sivar hjá Bertu, Marius á Geilini og Eyðun Jacobsen og onnur hava brúkt nógva tíð og sýnt stórt hugflog í at leggja til rættis, og myndirnar á facebook hesar seinastu vikurnar hava boðað frá, at her hevur verið futtur í.
Tey hava fingið so mong onnur upp í vindin, so vit og Sunnva í Japan og Marita í Australien og so mong onnur kring landið og allan knøttin hava glett okkum til dagin í dag, og í dag hava verið eygnavitni til hesa stórfingnu stevnu. Ikki minst bátaframsýningina her í fjør­uni, sum Bjarni og Ólavur greiddu so væl frá ídag.

Bátarnir stóran týdning
Framsýningin flytir okkum aftur til tað, sum var fyrsta grundarlagið undir stóra fólkavøkstrinum, sum var í føroyska samfelagnum og ikki minst í Svínoy í 1800 talinum og fram til 2. heimsbardaga, tá ið alt broyttist, og fólkatalið í Svínoy tók at minka. Her vóru 52 fólk í 12 húsum í 1801, og fólkatalið toppaði dygst undan krígnum, tá ið tað vóru 214 fólk í 45 húsum.
Fríðgerð mostir, mamma Hera og Annu Jórun, plagdi – tey síðstu árini hon livdi - um kvøldarnar at telja, hvussu nógv fólk vóru í bygdini, og tað var so ofta, at hon ikki kom til fleiri enn tíggju – kanska trý uttanfyri ánna og sjey heimanfyri!
Grundarlagið undir vøkstrinum var fyrst og fremst útróðurin við opnum bátum. Svínoy lá mitt í fisk­inum, og at bátsbandið varð loyst, at ognarleys kundu giftast uttan at lúka treytir um at eiga jarðarognir, og at tað bar til at sleppa av við fiskin – fyrst til úthandilin hjá kongaliga handlinum í Klaksvík og frá 1856 til fríhandlarnar, sum eisini høvdu úthandlar í Svínoy - bar nýggjar tíðir og nýggjar møguleikar við sær.
Tað var gott at búgva í Svínoy. Um várarnar komu menn aðra staðni frá higar at rógva út – eitt nú av Skálafjørðinum, og tey eru mong, sum í ættsøgu síni í Svínoy kunnu vísa á, at forfedrar teirra fluttu aðra staðni frá og út higar.

Tilflytararnir
Ein oldurabbi mín, Daniel, kom úr Leirvík. Hann tænti í Yvirstovu og gjørdist ein av ættfedrunum til Heimistovufólkini. Ein langabbi mín, Símun Júst, kom av Húsum og út higar at hava handil fyri teir á Stongunum. Hann gjørdist svín­oyingur, og nú eigur ein abba­sonurin, Bjarni hjá Edvardi, húsini úti í Váli.
Ein annar langabbi mín, Jósup, var bara sjey ára gamal, tá ið hann kom úr Køk í Havn og norður til tey Har Heimi at vera. Samstundis kom ein langomma mín, Anna Katrina úr Keldhúsinum í Hattarvík í sama hús at vera. Hon var móðirloysingur. Eg sigi hetta fyri at vísa, hvussu tilflytarar vóru við til at menna bygdina.
Jósup var tvey ár eldri enn Anna Katrina. Tey bæði vóru ung, tá ið tey giftust og búsettust úti á Bø. Útgangsstøðið var einki at reypa av. Tað verður sagt um Jósup, at hann átti eina framúr góða sangrødd og einki annað. Men tey lívbjargaðu sær og børnunum. Hann var út­róð­rarmaður og so hevði tað stóran týdning, at hann fekk gerðið innlagt og har kundi velta epli og fáa fóður til kúnna.

Prísurin
Havið gav, og havið kravdi sín prís. Símun Hansen, sáli, sum hevur latið so ómetaliga stóran førning eftir seg til okkum svínoyingar og norðoyingar, greiðir frá um seks svínoyarbátar, sum fórust eftir einari stórari hálvari øld. Teir báðir síðstu fóru fyri hundrað árum síðani. Annar fýra dagar fyri jól í 1912, og hin upp undir jól í 1913.
Fyri nøkrum árum síðani stóð eg framman fyri Vietnam memor­ial í ameri­kanska sam­veldis­høv­uðs­staðnum Washington DC. Myndin við svørtu veggjartalvunum er ógvu­liga kend, og tað var stór tign yvir løtuni, tá ið eyguni so spakuliga fluttu seg frá einum degi og til tann næsta og nøvnini sóust á teimum 58.178 ungu amerikumonnunum, sum lótu lív í krígnum í Vietnam. Á netinum ber til at síggja yvirlitið, og har ber til at lesa heilsurnar, sum avvarðand og onnur hava skrivað um hesar ungu.
Síðst í august mánað í fjør var eg inni í gamla kirkjugarði í Klaksvík saman við einum HF flokki. Vit lósu á steinunum, sum har eru, og tað var týðuligt, at tað bar við okkum, at so mangir norðoyingar og eisini nógvir svínoyingar eru falnir í stríð­num fyri lívsins uppihaldi. Minnið um teir er mitt í býnum, men í skundinum munnu tað vera mong við mær, sum ikki gáa so nógv um hetta, og ivaleyst eru tey fleiri, sum ongantíð hava verið inni í gamla kirkjugarðinum og givið sær stundir at lesa nøvnini soleiðis, sum vit gjørdu í Washington DC henda vetrardagin fyri ellivu árum síðani.
Nú ætlanir eru um bátasavn her úti, átti tað at verið eitt hugskot at samantvinna hetta við ætlanina um ein minnisvarða yvir svínoyingar, sum fingu váta grøv. Tað hevði verið tignarligt og virðiligt.

Vandaferðirnar og sangurin
Bátarnir standa her so prýðiligir. Eru av hugagóðum eldsálum stevnu­klæddir, eftir at teir í mong ár hava verið burturgoymdir og av mong­um gloymdir. Tað kennist sum at síggja ólavsøkugestir í tjóð­bún­anum at síggja teir standa her.
Um teir dugdu at tala, so høvdu teir havt manga søguna at siga okkum. Um dýrdarløtur, stóran fong og gott lag á monnum, og um løtur, tá ið teir innanborða stríddust fyri lívinum og sóu deyðan í eyguni, og tey heima bivandi bíðaðu, hvussu tað fór at spæla av.
Jógvan uppi í Húsi greiðir frá ferðini, tá ið hann var 25 ára gamal, og teir vóru illa staddir. Hann spurdi Jóannes í Ovasta húsi: Fara vit at vinna upp land aftur? Og Jóannes tók tugguna úr munninum, hugdi seg í kring og svaraði so róligur: Nú koma vit ikki heimaaftur. Búgv teg til at doyggja!
Tað sigst, at tað eftir vandasigling hoyrdist á sanginum hjá Jósupi, at hann var eyka takksamur so hjartaligir og fínir tónarnir vóru.
Alt var ikki bara stríð og strev og arbeiði. Viðareiðis Líggjas kom eina ferð til Svínoyar at kappsyngja við Jósup, sum var kirkjusangari. Líggjas hevði kappsungið við nógvar, og tað plagdi at spæla væl av. Men hesa ferð vildu svínoyingar vera við, at Jósup laaa aaaa honum, tí hann var betri til teir høgu tón­arnar! Tveir av abbasynum Jósup­ar vóru tiltiknir sangarar – Jósup Jacobsen í Klaksvík, sum doyði longu í januar 1970, var fínur tenorur, og so Líggjas á Váli. Eftirkomarar hansara gleða okkum framvegis við framúr vøkrum sangi.

Hildu seg leingi til útróðurin
Robert Joensen, sáli, hevði á orði, at sambært kanningar, sum hann hevði gjørt, so kom tað eitt skifti meiri av útróðrarfiski upp á land í Svínoy, enn tað kom í nakrari aðrari bygd í Norðoyggjum.
At útróðurin var so góður mundi vera orsøkin til, at svínoyingar ikki vóru ímillum teir fyrstu, sum fóru burtur, eftir at skipsfiskiskapurin tók seg upp seinasta fjórðingin av næstsíðstu øld. Tað sigst, at Jógvan bóndi, sum hann var kallaður, var tann fyrsti skipsmaðurin úr Svínoy. Hann fór eitt sindur undan næstsíðsta aldarskiftinum til skips við Jens í Dali.
Frammanundan hevði Jóannes Lind, pápi Poul Lind, verið til skips við hetlendingum, minnist eg meg hava hoyrt.

Minnir úr Íslandi
Hóast teir fóru seint til skips, so vóru svínoyingar óførir skipsmenn. Símun hjá Póli og Polo eru tiltikin, og áðrenn syndarligu vanlukkuna 1. desember í 1937 var Jóannes á Váli skipari á Haraldi.
Fyrsta túrin til skips var pápi mín í 1936 við Haraldi, sum hann eisini var við í 1937. Hann tosaði ofta um sumrini á leiðunum kring Langanes og um dagarnar, tá ið teir plagdu at vera í landi á firðunum har á leið.
Fyri nøkrum árum síðani koyrdu konan og eg runt Ísland. Serligan áhuga hevði økið kring Langanes. Eg hevði lisið væl uppá í bókini hjá Edvardi ommubeiggja, sum var bestimaður og flaggskipari hjá sváginum, Símuni hjá Póli, ið var beiggi Mallu.
Eg hefti meg við, at bæði Polo og Haraldur og Símun hjá Póli og Jóannes á Váli høvdu nógv sam­band við bóndan á Fellu á Finni­fjørð­inum, sum teir handlaðu við. Vit høvdu koyrt framvið Finni­fjørð­inum uttan at gáa nakað um hetta.
Tá ið vit vóru á veg suður aftur úr Tórshøfn gjørdi eg av, at um vit sóu, hvar bóndagarðurin á Fellu var, so ætlaði eg mær inn at heilsa upp á tey. Eftir føroyskum mátistokki er Finnufjørðurin stórur, men har eru bara nøkur heilt fá hús.
Á fyrsta skeltinum, sum vit sóu, stóð á Fellu. Vit snaraðu til høgru og niðan til húsini. Har stóð ein rættuliga tilkomin maður uttanfyri. Eg fór úr bilinum, heilsaði honum og spurdi, um pápi hansara æt Fríðrikur. Hann hugdi upp á meg og spurdi hvør eg var, og vit vunnu innpass hjá honum, tá ið eg spurdi, um tað framvegis er soleiðis,at lodnan kemur inn á fjørðin um páska­høgtíðina, og um toskurin kemur aftaná henni. Hetta hevði eg eisini lisið hjá Edvardi.
Bóndin bjóðaði okkum inn, ser­ver­aði kaffi og stóru íslendsku kleyn­urnar, og so vísti hann okkum inn í stovuna, har tað hingu tvær myndir á vegginum. Onnur var av mammu hansara, sum doyði 1. desember 1938 ella ársdagin eftir, at vinur teirra Jóannes á Váli var druknaður út fyri Havsbøll, og hin var av Símuni hjá Póli í stásklæðum. Hann segði mær, at teir vóru vin­menn, og at pápi hansara tosaði raðið føroyskt orsaka av nógva sambandinum, sum hann hevði havt við føroyingar og serliga svín­oy­ingar.
At fiskurin stendur heilt inni við land er heldur ikki ókent her í Svínoy. Eg minnist í 1969, at víkin var full av hýsu. Tá róðu teir út dag um dag, og teir fóru ikki so langt. Onkra ferðina kom tað fyri, at teir ikki høvdu boyu á innara endanum, men at teir settu fast í lendingina. Mela var við einum báti, Dánial hjá Melisi við einum og Pól Jóhannus við einum. Svínoyingarnir nevndu bát­arnar Melarin, Killarin og Poll­arin!
Og nú er alt bara minni, sigur Jens Eli Ellefsen.
Góðveðursdagar burturi í torvi, myrku heystarkvøldini við lumma­lykt og nógvu túrarnir niðan í svimji­hylin standa sum bjartir vitar í huganum saman við teimum, sum búleikaðust her, og sum vóru eyð­kend av nøgdsemi og gudsótta.

Holl undirvísing
Tá ið lívsumstøðurnar broyttust, og útróður við opnum báti ikki var mest upplagda lívsgrundarlagið, og mynstrið í skipsfiskiskapinum ikki var so fast, sum tað hevði verið, fóru svínoygar at flyta. Og teir vóru væl útbornir til aðrar avbjóðingar. Tað høvdu ikki minst lærararnir syrgt fyri. Havi hug at nevna tveir teirra.
Annar er Hjalmar Hátún, pápi Ólav, sum hevur verið so íðin at fyrireika bátaframsýningina, og sum nevnir seg svínoying og kallar bátin Svínoyingurin. Hann segði okkum í dag, at hann var føddur á loftsendanum her omanfyri í Yvirstovu.
Hjalmar var lærari, tá ið pápi mín kom til Svínoyar sum knapt tólv ára gamal á sumri í 1932 ella fyri 80 árum síðani. Tað var vorðið sum skoðsmál, sum hann og so mangir aðrir svínoyingar góvu læraranum og lærarahjúnunum, og tað var ikki uttan orsøk:
Millum svínoyingar vóru lærara­hjúnini, Brynhild og Hjalmar, ógvu­­­liga væl umtókt, og tey vóru fyri­­­­myndar­lig fólk. Tey tóku lut í bygdar­­lívinum, og tey høvdu nógvar av­­bjóðingar og tilboð til bygdarfólkið. Hjalmar hevði sang­kór, tey bæði høvdu kvøldskúla (hon undir­vísti í hand­arbeiði og hann í smíði ella sløjd, sum tað tá varð nevnt).
Útferðirnar, sum Hjalmar skip­aði fyri, standa negldar í minninum á teimum, ið vóru børn í Svínoy fyri 70-80 árum síðani, og Hjalmar syrgdi fyri, at fleiri svínoyarbørn fóru til Danmarkar á skúlabarnaferðir.
Hjalmar hevði stóran áhuga fyri svimjing. Hann gekk undan, tá svimjingarhylurin varð gjørdur. Nógv av arbeiðnum var sjálvboðið, men Jukim, sum var góður við okkum øll, og sum vit øll sakna, segði seg hava hoyrt, at smádreingir fingu nøkur oyru fyri at bera sand.
Eitt fýramannafar varð burtur­lutað, tá teir samlaðu inn fyri svimji­hyl. Poul Johannes Poulsen ella Pollarin smíðaði, og Hjalmar Hátún hjálpti honum. Pollarin var læru­meistari hjá Hjalmari í báta­smíði. Seinni smíðaði Hjalmar sjálv­ur nógvar bátar.
Tað mundu vera heilt fá í Svínoy, sum í Hjalmarsa tíð ikki dugdu at svimja, og fleiri svumu á víkini og tvørtur um víkina - frá Ytsta Seiða­bergi og til Ómaganes. Lukki ella Pól á Fuglberg, Pól Maier og Karsten úti á Bø veit eg vóru millum hesar.
Hin lærarin, sum eg havi hug at nevna, er Karl Justinussen ella Karl lærarin, sum var svínoyingur og lærari her í bygdini øll míni barnaár. Hann var hegnismaður og arbeiðsmaður sum øll í familjuni hjá Pól í Nornastovu og uppi í Húsi, og hann legði veldugan førning niður í mínar javnaldrar her í bygdini – Regin og Regin, Fróði, Bjarti, Ólavur, Jóannes, Heri, Torstein, Pól Sivar, Mikkjal, Sjúrður og aðrar eisini.
Vit spældu tað, sum onnur børn spæla, og nógv spæl snúði seg um arbeiðslívið, sum var merkt av gomlu tíðini. Heri systkinabarnið, sum nú er avhildin prestur í høv­uðsstaðnum, dámdi eisini tá at vitja inn á gólvið hjá teimum gomlu, og onkuntíð gekk hann í koti og knæ­buksum. Haldi meg eisini minnast, at hann onkran morgun ikki kom niður av loftinum. Hann segði seg vera so ringan av gikt. Tá vóru vit 11-12 ára gamlir!
Fyri minni enn einari hálvari øld síðani var skúlaárið hjá svínoyar­børnum lagað eftir cyklusinum í bónd­asamfelagnum. Tey fóru í summarfrí nakað út í juli mánað, og tey fóru í skúla aftur 16. september. Tey høvdu ikki heystfrí, men tey høvdu frí, tá ið hagin, sum tey so at siga varaðu av, var á fjalli.

Framtíðin
Ein bygd uttan skúla og handil er ein illa farin bygd. Tað segði Irena, tá ið hon tók um endan og fór at handla, eftir at tey uppi í Húsi og hjá Mikkjali høvdu latið aftur.
Nú er einki lív í skúlanum. Eg veit ikki, um skúlin er niðurlagdur, men tað eru eingi børn her, og tað er spell, og tað er stórur munur á tí, og tá tað vóru upp ímóti 50 skúla­børnum her í bygdini.
Tað ber væl til at ímynda sær, at fólkatalið aftur fer at fjølgast. Arbeiði og frítíð eru nú aftur nærri knýtt hvørt at øðrum, enn tey vóru, tá ið svínoyingar í stórum tali fluttu aðra staðni. Yvirornað eigur tað at loysa seg hjá myndugleikanum at stuðla uppundir búseting og lív í útjaðaranum. Um hesin útjaðarin hvørvur, so vil tað ikki siga tað sama, sum at avbjóðingin viðvíkjandi út­jað­aranum hvørvur. Útjaðarin verður altíð. Spurningurin verður bara, hvar hann verður!
Svínoy og svínoyingum verður ynskt alt tað besta!