Daniel Rickardsson, Johan Olsson, Anders Södergren och Marcus Hellner eru vorðnir tjóðarhetjir heima í Svøríki. Hesir fýra svenskarnir vunnu gull í tí klassisku skíðrenningar-stafettini, har teir fýra íðkarnir skulu leggja 10 kilometrar aftur um seg í part.
Martin Johnsrud Sundby, Odd-Bjørn Hjelmeseth, Lars Berger og Petter Northug vunnu silvur fyri Noreg. Petter Northug hevði eitt ógvuliga gott seinasta umfar fyri Noreg, og hann megnaði at leggja kekkiska og franska skíðrennaran aftur um seg. Northug hálaði eisini 37 sekund inn á Marcus Hellner, men liðfelagarnir hjá Hellner høvdu lagt ein so góðan botn, at avrikið hjá Northug skalaði ikki svenska gullinum.
Svøríki vann við tíðini 1:45:05.4. Noreg gjørdist nummar tvey við tíðini 1:45:21.3, og Kekkia gjørdist nummar trý við tíðini 1:45:21.9.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1988, at Svøríki vinnur gull í tí klassisku stafettini. Svøríki hevur nú vunnið klassisku stafettina fimm ferðir í OL-søguni, meðan Noreg hevur vunnið klassisku stafettina fýra ferðir.