Svalbard er heitast í norska kongaríkinum

Svalbard, sum er partur av norska kongaríkinum, er í løtuni einasta stað í ríkinum, sum hevur hita omanfyri null stig

Hetta veit norski veðurlagsstovnurin at siga í dag, og tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.

 

Eitt lágtrýst millum Spitsbergen og Norðurpólin gevur í løtuni lýggjan vind vestaneftir yvir Svalbard.

 

- Tí er oyggjabólkurin einasta stað í kongaríkinum, sum í løtuni hevur hita omanfyri null stig, veit veðurlagsstovnurin at siga.

 

Lagt verður aftrat, at eitt hátrýst við Bjarnoynna forðar køldu luftini, soleiðis at hon verður liggjandi á leiðini longur suðuri.

 

Tað er annars sera kalt summastaðni í Noregi í løtuni, og kaldasta staðið er Karasjok við heili 37 kuldastigum.

 

Seinastu dagarnar hava vit eisini hoyrt um nógvan kulda har norðuri í Svøríki.