Jógvan við Keldu, landsstýrismaður
???????????????????
Fjølmiðlafólk og parlamentarikarar hava serliga skyldu til at viðgera mál á ábyrgdarfullan og virðiligan hátt
Lógin er strong
Tað er ikki Jógvan við Keldu, men danska Fólkatingið, sum hevur samtykt útlendingalógina - og Føroya Løgting hevur tvær ferðir seinastu 5 árini tikið undir við, at lógin í Føroyum skal vera so at siga tann sama sum í Danamark.
Lógin er kend víða um lond fyri at vera strong, tað kunnu vit skjótt verða samd um, men hon er tann galdandi lógin í Føroyum á økinum, og tí er tað mín fremsta uppgáva sum landsstýrismaður at syrgja fyri, at hon verður hildin.
Og lógin er soleiðis, at arbeiðsloyvi eru fyribils. Tey skulu og kunnu enda, um støðan hja vinnuni ella á arbeiðsmarknaðinum broytast. Loyvini galda vanliga fyri eitt ár í senn. Tá enda loyvini. Vil útlendingurin verða longur, skal hann søkja av nýggjum. Alt hetta fær hvør einasti útlendingur at vita skrivliga, tá hann fær arbeiðsloyvi, so hann veit, hvør neyðin kann gersast, um hann roynir at taka familjuna við hendanvegin.
Fólk sum hava fingið serligt tilknýti til Føroyar, kunnu søkja um familjusamanføring. Fáa tey familjusamanføring, hava tey ikki brúk fyri arbeiðsloyvi, tá hava tey stórt sæð somu rættindi sum tú og eg.
Familjusamanføring snýr seg um menniskjalig atlit, arbeiðsloyvi eru bara um vinnulig og arbeiðslig viðurskifti. Soleiðis er lógin, og vit skulu halda lógina.
Siðvenjan sum er
Eg haldi meg júst til ta siðvenju, sum undanfarna landsstýri legði fast.
Tað hevur kanska ikki verið sagt nóg greitt alment, so lat meg her enn einaferð sláa fast: Undanfarna landsstýri, sum Tjóðveldisflokkurin var partur av, var samt við donsku myndugleikarnar, at siðvenjan sum var í Føroyum fram til á heysti í 2003, var farin av lagi, og at vit máttu koma aftur á beint.
Landsstýrismaðurin sum legði upprit fyri landsstýrið um at fáa skil á, og um at Fútin hevði boðað frá at hann fór at missa tamarhaldið á støðuni, um verandi gongd helt fram, hann æt ikki Jógvan við Keldu, hann æt Høgni Hoydal.
Tað var eisini Høgni Hoydal, sum mælti til, at táverandi Løgmálaráðið átók sær uppgávuna at fáa útlendingamálini aftur á beint - at samla øll útlendingamál á einum staði, og fáa skil á aftur. Landsstýrið tók undir við honum, so avgerðin varð sett í verk. Ikki tá hetta landsstýrið kom til men 1. januar 2004, soleiðis sum Landsstýrið hevði tikið undir við at tað skuldi vera.
Eg eri samdur í teimum avgerðum, sum tá vórðu tiknar - men sjálvt um eg ikki hevði verið samdur, so hevði eg ikki havt annað í at velja enn at latið uppruddingararbeiðið halda fram, tí vit hava skyldu til at rætta tað, tá vit síggja at nakað er blivið skeivt í mun til lógina. Vit hava ikki loyvi at lata vera.
Trýr Annita á Fríðriksmørk mær ikki, so kann hon kanska spyrja formannin hjá sær, hann man vita nokkso nógv um málið?
Syndarligu lagnurnar - orðabókasmiðurin
Tað er bæði skjótt og lætt at skriva hjartanemandi frásagnir um útlendingar sum noyðast av aftur landinum.
Serliga, um tú ikki kannar málini nóg væl. Bæði eg og embætisfólkini í Innlendismálaráðnum hava ferð eftir ferð sæð okkum noydd at tala at, tí tíðindaflutningurin hevur verið undir alt lágmark, men lítið hevur hjálpt.
Eg verði ikki kunnaður um tað sum hendir í einstaklingamálum, og soleiðis skal tað eisini vera; men av tí at rangar upplýsingar verða førdar fram - seinast í Degi og Viku hóskvøldið - skal eg siga, at umsitingin hjá mær upplýsir, at hon ikki hevur frámælt nakrari umsókn frá Gianfranco Contri. Vit kenna bert til eina umsókn. Hon varð viðmæld í skundi, og hon varð játtað. - Men tað forðar ikki fyri, at fjølmiðil eftir fjølmiðil leggur meg undir at vera atvoldin til at hesin fróðarmaður fer av landinum.
Tað er - hjá tíðindafólki sum hjá Annitu - nógv lættari at lata seg reka við streyminum uttan yvirhøvur at kanna málið.
Fjølmiðlafólk eins væl og parlamentarikarar hava eina serliga skyldu at viðgera mál á ábyrgdarfullan og virðiligan hátt.