Svar til Georg Petersen

-

Tveir hættir eru at leggja eitt mál fram. Ein er at argumentera, t.e. at grundgeva hví eitthvørt eigur at vera so og so, grundað á vit og skil. Hesin háttur verður nýttur innan filosofi. Einki skal góðtakast uttan kritik.

Hin hátturin er at vísa á ein autoritet, t.d. ?tað er, sum eg sigi, tí at eg eri Gud og eg bestemmi? og hetta er so at siga einasta grundgeving, ið verður nýtt innan átrúnað. Gud sigur ikki hví vit skulu gera sum Hann sigur. Trupulleikin er, at Gud ikki sær út til at hava hug at prógva hvør, Hann er. Av tí at alt hongur á, um tað veruliga er Gud, sum hevur skrivað bíbliuna (av tí at bíblian als ikki argumenterar fyri nakað av tí, hon sigur), so noyðist Hann at prógva, at so er. Annars fellur alt til jarðar.

Kemur ein maður til mína hurð og sigur at hann er politistur, og at hann skal rannsaka hús míni ella taka børn míni avstað við sær, tí at tey eru handtikin, so krevji eg at síggja løgregluskelti hansara. Hann skal prógva at hann veruliga er løgreglumaður, áðrenn eg fari at loyva honum innar.

Eitt kjak millum skynsemi og dogma kundi t.d. ljóða soleiðis:

Dogma: Homoseksualitetur er ómoralskt og øll homoseksuell fólk fortjena æviga pínslu sum revsing fyri syndir teirra.

Skynsemi: Hví? Homoseksualitetur er nakað, ið fólk ikki kunnu gera við, líka sum heteroseksualitetur. Og tað skaðar ongan. Mótsett neyðtøku er homoseksuel samlega nakað sjálvboðið hjá øllum pørtum. Vit og skil siga, at einki kann vera ómoralskt, uttan so at tað skaðar onkran. Homoseksualitetur er ikki meiri ómoralskt, enn at ganga í gulum buksum.

Dogma: Spyrt tú hví? Hvønn heldur tú teg vera? Eg eri Gud, og sigi Eg, at antin homoseksualitetur ella tað at ganga í gulum buksum er ómoralskt, so er tað ómoralskt. Og ert tú ikki lýðin so tveiti eg teg í æviga eldin.

Skynsemi: Men vilt tú ikki siga hví, so mást tú prógva, at tú veruliga ert Gud, síðani alt tað, tú sigur byggir á autoritet heldur enn vit og skil.

Dogma: ?Ónd og ótrúgv ætt krevur tekin? sigur Matteus 13:39.

Skynsemi: Býtt fólk krevja hvørki tekin ella grundgevingar, sigi eg.

Dogma: Heidningur! Gudsspottari!

Skynsemi: Eg gangi í øllum førum ikki og reypi av at hava dripið smábørn. Tað einasta eg síggi, er at homoseksualitetur ikki ger nøkrum nakað, meðan tú ert drápsmaður. Hótt alt tað tær lystir. Eg nígi fyri góðsku og vísdómi, ikki yvirgangskroppum og valdsharrum.

Tá ið tú sigur at Gud ikki koyrir nakran í helviti, men at tað heldur er Satan, ið tekur sær av tí, so átti tú at vita, at tú ikki bert kallar meg býttan, men eisini øll tey, eg havi kjakast við inntil nú. Ikki einans noktar tú at argumentera við viti og skili, sum øll hini. Tú sigur heldur ikki hvagani tú hevur fingið hetta hugskot. Vanligt er í minsta lagi, at vísa á hvar í bíbliuni tað stendur, at so er, vil ein ikki grundgeva á annan hátt, men heldur ikki tað gert tú.

Eg vil hinvegin vera við, at bíblian greiðir okkum greitt frá, at bert Gud hevur makt, at kasta nakran í eldsjógvin. Í Lukasar Evangelii, kapitul 12, vers 4 til 5, stendur soleiðis: ?Men Eg sigi tykkum, vinir Mínir: Óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men so ikki fáa gjørt meir! Nei, Eg skal vísa tykkum, hvønn tit skulu óttast: Óttist Hann, sum hevur vald til, eftir at hava dripið, at kasta í Helviti! Ja, Eg sigi týkkum: Óttist Hann!?

Er tað veruliga Satan talan er um her, so átti tú at fingið tey, ið prentað bíbliuna, at gevast við at skriva ?Hann? við stórum. Kom vinarliga aftur við einum skilagóðum aftursvari, heldur enn at kalla alt fyri nakað ?vemmeligt svans? uttan nakra grundgeving, ella hald teg uttanfyri hetta kjakið og far aftur í sunnudagsskúla.


John Johannesen