Svar til Henrik Old viðv. sparingunum sum forsvunnu: Øravík-Hov tunnilin/Samferðsluhavn

   

Góði Henrik Old,
Takk fyri svar til viðmerking mína til viðgerðina av málinum um samanknýting av tveimum samferðsluverkætlanum í Suðuroy. Eg skal ikki gera stórvegis viðmerkingar til rættingina hjá tær av tí at tú ikki gert viðmerkingar til kjarnan í viðmerking míni men heldur tosar um ymiskt annað. Tí má eg ganga út frá at tú hevur misskilt meg, so skal eg royna at greiða frá sjónarmiði mínum einaferð enn.

Takk eisini fyri at tú vísir mær til skriv frá Landsverkfrøðinginum, men eg eri kunnigur við hetta skriv eins og øll hini nevndarskjølini hjá Vinnunevnd løgtingsins ið viðgjørd vóru í hesum máli. Eg má tó loyva mær at rætta uppá teg og vísa á, at tað er ikki landsverkfrøðingurin sum upprunaliga ávísur 15 mió. kr. sparingina, men at landsverkfrøðingurin bert setur fyri soleiðis: "Um sparingin við ókeypis gróti fyri 200 metur pier verður 15 mió. kr...". Metingin um tær 15 mió. kr. stavar harafturímóti frá NCC í skrivi til Hergeir Nielsen dagf. 06.02.2003.

Í álitinum til tingmál 49/2002 frá vinnunevnd løgtingsins stendur: "Sostatt kunnu á leið 45 mió kr. sparast við at knýta hesar báðar verkætlanir saman.". Víst verður til tvær sparingar sum tilsamans geva umleið 45 mió. kr. Sparing a) er orsakað av at NCC eftir nýggjum uppskoti kann gera Øravík-Hov tunnilin 33 mió. kr bíligari enn Landsverkfrøðingurin. b) Seinna sparingin ið verður ávíst er, at ókeypis grót til havnargerð kann fáast úr tunlinum og at soleiðis kunnu 15 mió. kr. sparast. Latið okkum tí einaferð enn royna at hyggja nærri at hesum báðum sparingum. Ofta hjálpir at seta tølini upp fyri at skilja betur samanhangir millum tey, so eg fari at gera eina roynd at vísa at sparingarnar sum ávístar í áliti vinnunevndarinnar ikki hoyra heima í hesum áliti.

Sparing a)

Talva I
Ikki samanknýttar verkætlanirSamanknýttar verkætlanirSparing av at knýta verkætlanir saman
Øravík-Hov tunnil samb. LV125 mió. kr125 mió. kr0 mió. kr
Øravík-Hov tunnil samb. NCC92 mió. kr92 mió. kr0 mió. kr
Sparing við at taka av tilboði frá NCC33 mió. kr33 mió. kr0 mió. kr

Sum sæst av tabellini omanfyri, og sum nevnt í fyrru viðmerking míni, so kann hendan sparing fremjast sjálvt um so ongin samferðsluhavn varð gjørd. Og hendan sparing kann eisini fremjast um tunnilin verður byrjaður næsta ár ella um 10 ár. Orsøkin at NCC sigur seg klára at gera tunnilin 33 mió. kr. bíligari er ikki tí at ein samferðsluhavn tilfeldigvís verður bygd nærhendis, men tí at teir m.a. meta seg hava betri tøkni og kunnleika. Legg til merkis, at eg sigi ikki at sjálv sparingin á tunlinum ikki kann fremjast (sum tú tykist halda), men bert at tann sparingin als ikki verður framd sum úrslit av at verkætlanirnar verða knýttar saman. Sparingin hevur tí onki við málið um samferðsluhavn í Trongisvágsfirði at gera, á sama hátt sum ein møgulig sparing uppá t.d. Norðoyatunnilin heldur onki hevur við samferðsluhavnina at gera.

Sparing b)
Grundgeving vinnunevndarinnar aftanfyri hesa sparing er skilabetri, men her verður tó ikki hædd tikin fyri offurkostnaðinum ella alternativ-kostnaðum. Tí er roknistykkið ikki fullfíggjað sum er.

Í sambandi við spurningin um at nýta grót úr Øravík-Hov tunlinum til samferðsluhavnina skal líka eisini nevnast sum ein parantes, at sera ivasamt er um grótið úr Øravík-Hov tunlinum, sum NCC skjýtur upp yvirhøvur kann nýtast til brimgarð vegna vánaliga grót-góðsku. Hóast serkøn fólk í landi okkara eru væl før at meta um hetta, liggur onki til skjals fyri at vinnunevndin hevur fingið frágreiðing frá serkønum um hendan spurning. Men um nú allíkavæl verður gingið út frá at áðurnevnda tal uppá 15 mió. kr kunnu tølini setast upp í niðanfyri nevndu talvu.

Talva II
Ikki samanknýttar verkætlanirSamanknýttar verkætlanirSparing av at knýta verkætlanir saman
Landið fær ókeypis grót úr tunli (sparing)-15 mió. kr15 mió. kr
DØMI 1. Landið selur grót úr tunlinum til aðra verkætlan (inntøka)
DØMI 2. Landið selur grót úr tunlinum um t.d. 5 ár (inntøka)15 mió. kr
13 mió. kr*-13-15 mió. kr
Samlað sparing13-15 mió. kr15 mió. kr0-2 mió. kr
* Hetta tal er roknað sum tíðarvirðið av 15 mió. kr um 5 ár við einum mettum almennum diskonteringssatsi uppá 3% reelt. Her er ikki íroknaður kostnaður at koyra grótið eina ferð eyka.

Av talvu II omanfyri sæst at talan kann verða um eina sparing uppá 0-2 mió. kr av at nýta grót úr Øravík-Hov tunlinum til samferðsluhavnina. Hendan sparing er ikki heilar 15 mió. kr av tí einføldu orsøk, at tað eru onnur alternativ til grótnýtsluna. Her kundi t.d. verið hugsað um aðrar havnar- ella vegagerðir í oynni sum eru farnar ella fara í gongd. Men talan kann eisini vera um havnargerðir ella aðrar verkætlanir innan næstu framtíð. Um so er, skal grótið koyrast eina ferð eyka, men tað skuldi nú heldur ikki kostað nógvar milliónir.

Sum tú rætt sigur, so visti eg ikki av at Lopranshagi er fullur í gróti. Men hetta at grót ?hongur á trøunum? í Suðuroy, og at grót tískil møguliga onki søluvirði hevur í Suðuroy, broytir tó bert roknistykkið soleiðis at øll tølini í talvu II minka (eisini nevnda sparingin uppá 15 mió. kr.) - ikki lutfallið teirra millum.

Hetta var einaferð enn grundgevingin fyri at, at tað sum vinnunevndin segði í áliti sínum "Sostatt kunnu á leið 45 mió kr. sparast við at knýta hesar báðar verkætlanir saman." er beinleiðis skeiv nýtsla av tølum, sum í besta føri er villeiðandi. Og so er líka mikið um so málið er viðgjørt á 17 ella 100 fundum.

P.S. Um tú ætlar at svara hesari aðru viðmerking aftur, so vil eg heita á teg samstundis um at greiða frá bakgrundini fyri og útrokningini av teimum15 mió. kr sparingunum sum NCC hevur postulerað fyri vinnunevndini.