??Góði Hergeir. Síggi, at tú í bløðunum sóknast eftir einum svari frá mær uppá eitt lesarabræv hjá tær, har tú spyrt eftir vallyfti mínum um at styrkja tónleikin. Tú skalt fáa svarið. Men vil í sama viðfangi gera vart við, at orsøkin til, at eg ikki valdi at svara tær, var óhøviski tónin í fyrru grein tíni.??Tú hevur rætt, at eg undan valinum lovaði at virka fyri tónleikinum. Tað lyftið standi eg framvegis við. Og tað hevur eisini eydnast at fremja smáar batar, m.a. viðvíkjandi musikskúlanum, hóast umstøðurnar enn eru langt frá nøktandi.??Tað er trupult at fáa ljóð fyri øktum stuðuli fyri tónleiki í politisku skipanini, sum hon nú sær út. Og sum tú veitst, so skal man hava ein meiriluta aftan fyri seg, fyri at fáa eitt mál ígjøgnum. Havi umrøtt tónleikagrunnin við landsstýriskvinnuna í mentamálum, sum umsitur tónleikaøkið, og hon hevur lovað at virka fyri hesum. Men, sum tú helst veitst, er trupult at fáa fatur á pengum fyri tíðina, og i dregur hetta arbeiðið út.??Hóast tað er harmiligt, at tað ikki hevur gingið nóg skjótt at fáa tónleikagrunnin til veruleika, kunnu vit tó fegnast um, at tónleikavinnan á aðrar hættir hevur verið stuðlað úr almennu skipanini, m.a. gjøgnum marknaðarføringsátøk úti í heimi.??Annars góða eydnu við áhuga og arbeiði tínum fyri tónleikinum.?