Svar til Manna Persson frá Rolf

Fyrst í 70?unum var felagið FS (Føroyskir Sosialistar) so stórt, at tað hevði deildir bæði í Danmark og í Føroyum. Hóast vit hildu nakrar fáar felagsfundir, var skjótt greitt at gongdin í báðum deildunum gjørdist ymislig og at enda ósameinilig.

Í Danmark umfataði felagið fólk við sympatium bæði fyri Javnaðar- og og Tjóðveldisflokkinum (tey trúu enn at hann var sosialistiskur), og niðri atkvøddu tey eisini rættiliga ymist: SF, VS, DKP og Socialdemokratiet. Tað flotta var, at hóast hesar munir, so hildu vit saman, og royndu at formulera okkara egna politikk, bæði á altjóða økinum og tí føroyska.

Í Føroyum bleiv felagið alt meira ekstremistiskt og hevði Mao sum einasta sanna gud. Seinni meini eg at Albania og kanska Pol Pot í Kampuchea vóru stóru fyrimyndirnar.

Hetta endaði við einari uratkvøðu fyrst í 70?unum. Atkvøtt var um tað parolan skuldi vera føroyskt sosialistiskt tjóðveldi ella sjálvstýri. Í DK- deildini var stórur meiriluti fyri at siga sjálvstýri, men í Føroyum vildu teir hava tjóðveldi.

Hesin munur, saman við nógvum øðrum mótsetningum, førdi til skilna millum feløgini. Tað í Føroyum varð maoistiskt tjóðveldisfelag. Teir kallaðu seg »floksbyggjandi«, og gingu inn fyri vápnaðari kollvelting. Fundirnir byrjaðu við at formaðurin las ein tekst úr reyðubók hjá Mao, og helt eina stutta prædiku.

So, Manni, eg kann siga fyri mín part, at tey seinastu 30 árini hevur mín parola verið: Sosialisma og sjálvstýri. Tað er hon enn. Og eg meini ikki at hon stríðir ímóti stevnu Javnaðarfloksins, sjálvt um tað meira enn so er hent, at eg ikki havi kunnað góðtikið alt frá tí flokkinum. Eg eri heldur ikki limur í flokkinum.

Á jú, eg havi eisini onkuntíð skift hugsan um mangt og hvat. Í Realskúlanum í Havn høvdu fleiri góðar lærarar, sum vóru fólkafloksmenn, og tí fekk hesin flokkur altíð stóra undirtøku í klassanum, tá »prøvavalg« var uppundir Løgtingsval.

Nú spyrt tú okkum, og tað er alt í lagi, Hans Pauli og Bergur munna svara fyri seg. Men spyr teir maoistarnar, sum skrivaðu »Arbeiðið«, teir sum vildu hava vápnaða kollvelting osfr. Teir sita nógvir á samfelagsins toppi í dag, og flestir eru teir tjóðveldismenn og ganga inn fyri fullveldinum.


Rolf Guttesen

23.05.00