Sámal Matras Kristiansen setir mær 14 spurningar, sum eg eftir førimuni vil svara so sakliga eg dugi. Eg havi givið út tvey bløð um kommunalar samanleggingar í ár. Tað sær tíverri ikki út til, at Sámal hevur sæð fyrra blaðið, sum kom út í mai, og sum fevndi um kommunurnar í Eysturoynni og Klaksvík. Hevði hann tað, so var ikki neyðugt at svara fleiri av hesum spurningum.
Viðvíkjandi arbeiðsháttinum hjá Gallup, havi eg fult álit á hesum stovni. Tað ið Gallup vil leka út um smálutirnar í sjálvari kanningini verður prentað niðanfyri og er skrivað av Ellindi Egilstrøð, stjóra í Gallup Føroyar:
Hey Jústinus,
Vísandi til telefonsamrøðu okkara millum í dag.
Kanningarnar eru gjørdar eftir Gallup leisti, tó við eyka interviewum í hvørjari kommunu sær.
Í kanningini um kommunusamanleggingar frá mars 2008 eru 570 interview gjørd í teimum økjum tann kanningin fevnir um og hendan frá september 2008 eru 586 interview gjørd í teimum økjum hendan kanningin fevnir um. Samlað 1156 interview.
Tølini eru vektað eftir Gallup leisti.
Vinarliga
Gallup Føroyar
Teir 14 spurningarnir sum eru settir av Sámal Matras Kristiansen, hereftir stytt SMK, verða svaraði í tí raðfylgju hann setti teir í bløðunum.
(SMK): Hvussu er kanningin skrúvað saman?
Í mars vóru í ár 570 interview gjørd í Klaksvíkar kommunu, øllum sjey kommunum í Eysturoynni og Streymoyarpartinum av Sundakommunu.
Í september í ár vóru 586 interview gjørd 16 kommunum í vestara og syðra partinum av landinum, fevnandi um Vestmanna kommunu, Kvívíkar kommunu, Tórshavnar kommunu, Skopunar kommunu, Sands kommunu, Húsavíkar kommunu, Skálavíkar kommunu, Hvalbiar kommunu, Tvøroyrar kommunu, Hovs kommuna, Porkeris kommuna, Vágs kommuna og Sumbiar kommuna.
(SMK): Hvussu nógvar borgarar hevur JLE biðið Gallup um at spyrja totalt?
Kanningin byggir á 1156 interview í frammanfyri nevndu kommunum.
(SMK): Hvussu nógv eru vorðin spurd í hvørjari kommunu?
Er á nakran hátt tikin hædd fyri aldursbýti, kynsbýti ella geografiskum býti innanhýsis í kommununum?
Spurningurin frá mær til Gallup er hvørja støðu borgararnir í teimum ymisku kommununum hava til samanleggingar. Vilja fólk hava samanleggingar, og hvørjar møguleikar síggja tey fyri sær. Hvussu Gallup í smálutum ber seg at at fáa hesar spurningar, havi eg ikki ávirkan á og eg havi fult álit á stovninum, sum arbeiðir eftir sama leisti í Føroyum, sum hann ger aðrastaðni í heiminum.
(SMK): JLE endurgevur í temablaðnum úrslit fyri Tórshavnar kommunu, Vestmanna kommunu, Kvívíkar kommunu, allar kommunur í Vága sýslu, allar kommunur í Sandoyar sýslu – uttan Skúvoyar kommunu – og allar kommunur í Suðuroyar sýslu.
Merkir hetta, at ongi úrslit fyriliggja fyri Skúvoyar kommunu, allar Norðoyggjar, alla Eysturoynna umframt Sunda kommunu?
Um Sámal hevði hevði lisið fyrra temablaðið frá mai, so var spurningurin óneyðugur. Tað fyriliggja úrslit fyri Klaksvíkar kommunu, alla Eysturoynna, umframt Sunda kommunu.
Skúvoyggin er ikki við í kanningini, og eg ivist í at stakroyndir millum teir 49 skúvoyingarnar, sum búðu har 1. januar í ár sambært Hagstovuni vildu broytt útslitið munandi.
(SMK): JLE nevnir sjálvur, at hann hevur biðið Gallup gjørt kanningar í einum øki samsvarandi við 30.000 íbúgvum, og svarar hetta væl til, at Norðoyggjar, Eysturoy, Sundalagið og Skúvoyar kommuna ikki eru kannað? Er hetta rætt skilt?
Hetta er tíverri ikki rætt skilt, eg vísi til fyrra temablaði, sum var borið út í øll 17.700 húsarhøldini í Føroyum í mai. Har vóru Eysturoyggin og Klaksvík. Skúvoyggin er ikki við í kanningini.
(SMK): Um JLE svarar undanfarna spurningi játtandi – at hesar kanningar ikki fyriliggja – hvussu er JLE so komin til niðurstøðunar á síðu 3, at Skúvoyar kommuna ynskir tað sama sum hinar kommunurnar í Sandoyar sýslu?
Skúvoyggin er ikki við í kanningini, og eg veit ikki hvat Skúvoyggin ynskir. Skúvoyar Kommuna verður ongantíð einsamøll ein burðardygg eind eftir tí leisti, sum landsstýri hevur lagt út við um kommunalar eindir.
(SMK): Norðoyggjarnar ynskja at vera ein kommuna og ikki t.d. saman við kommunum í Eysturoy? Eysturoyggin – umframt Sundalagið – ynskir at skipa seg í eina kommunu?
Eru fuglfirðingar, gøtufólk, leirvíkingar, strandingar, toftafólk, eiðisfólk og sundafólk spurd um hetta?
Øll frammanfyri nevndu eru spurd um hetta í fyrra temablaðnum frá mai.
(SMK): Hvussu sampakkar ein samanlegging av Sandoynni og núverandi Tórshavnar kommunu við, at 48 % av teimum spurdu í Tórshavnar kommunu ikki ynskja, at kommunan verður víðkað, meðan einans 36 % ynskja eina víðking
Tórshavnar Kommuna hevur gingið á odda í samanleggingum og fólkið í Havn er enn ongantíð spurt eftir viðvíkjandi hesum samanleggingum. Við føstum sambandi er styttri millum Skopun og Havnina, enn tað er millum Skopun og Dal. Tað er náttúrligt at hugsa sær, at Sandoyggin verður ein partur av Havnini, serliga tá ið politiska uppleggið til samanleggingar er, at eindirnar skulu verða burðardyggar, hvat ikki kann sigast um Sandoynna í dag. Við føstum sambandi gerst Sandoyggin nærmasta vakstrarøkið hjá miðstaðarøkinum.
(SMK): Hvussu kemur JLE til ta hábærisligu niðurstøðu, at sandoyingar ynskja samanlegging við Tórshavnar kommunu, tá einans 20 % í Skopunar kommunu, 18 % í Sands kommunu, 28 % í Skálavíkar kommunu, 13 % í Húsavíkar kommunu og eitt óupplýst prosenttal í Skúvoyar kommunu sambært kanningini ynskja hesa samanlegging?
Her er talan um eina meting frá míni síðu. Tað nýggja í Gallupkanningini er, at sandoyingar vilja saman í eina kommunu. Hetta var óhoyrt fyrr. Her sær tað út sum almenna fráboðanin um kommunusamanleggingar hava flutt støðuna hjá fólki. Samrøður við borgarstjórar í Sandoynni, sum hava millum ein fjórðing og ein triðing av atkvøðunum aftanfyri seg vísa, at tá ið fasta sambandið er komið um Skopunarfjørð, verður tað náttúrligt hjá sandoyingum at gerast ein partur av miðstaðarøkinum. SMK hevur rætt, hendan niðurstøða kann ikki byggjast á Gallupkanningina eina.
(SMK): Hvussu kemur JLE til ta niðurstøðu, at suðuroyingar ynskja at skipa seg sum ein kommuna, tá 44 % av Vágbingum ynskja tvær kommunur, meðan einans 32 % ynskja eina felags kommunu fyri alla oynna?
Tað er bara í Vági, at tað eru fleiri sum ynskja tvær kommunur í Suðuroynni heldur enn eina. Í øllum hinum kommununum, Famjin, sum ikki var við í kanningini undantikið, eru tað fleiri av teimum spurdu, sum eru fyri, at oyggin skal leggjast í eina kommunu heldur enn tvær. Tølini fyri einari felags kommunu sóu soleiðis út. 79 % í Sumba, 74 % í Hovi, 71 % á Tvøroyri, 62 % Hvalba og 41 % í Porkeri og 32 % í Vági.
(SMK): Hvussu sampakkar ein samanlegging av Vestmanna og Kvívík við einari samanlagdari Vága kommunu, at einans 28 % av vestmenningum og einans 24 % av kvívíkingum halda hetta vera eina góða loysn? Meðan 23 % av vestmenningum og 26 % av kvívíkingum halda tað vera best við einari sjálvstøðugari felagsskommunu á Vesturstreymoy? Og meðan 24 % av vestmenningum og 18 % av kvívíkingum ynskja eina felags samanlegging við Tórshavn?
Talan er um tendensir ella ábendingar. Kanningin vísir eitt nú at fleiri í Vestmanna ynskja Vágarnar upp í eina stóra kommunu, heldur enn eina felagskommunu við Kvívík eina. Munurin er lítil, men hann er har. Fólkaatkvøða var í Vestmanna við seinasta løgtingsval um kommunusamanleggingar. Hendan vísti, at fólk í Vestmanna valdi Streymoynna fram um eina beinleiðis samanlegging við Havnina. Gallupkanningin vísir, at fleiri hella til eina stórkommunu saman við Kvívík og Vágunum. Tað er rætt, at tvey prosent fleiri kvívíkingar at fara saman við vestmenningum enn vágamonnum. Hinvegin útiloka kvívíkingar als ikki møguleikan fyri eini samanlegging saman við Vágunum og Vestmanna.
(SMK): Hevur JLE gjørt sær far um ta risastóru hagfrøðiligu óvissu, ið er innbygd í Gallup-kanningum, ið ger, at tað ikki kann dragast ein greið niðurstøða út frá tølunum?
Opiniónskanningar eru stakroyndir millum fjøldina, sum síðan matematiskt verða vektaðar. Sjálvandi liggur ein óvissa aftanfyri slíkar kanningar, men vit hava ikki aðrar. Slíkar kanningar vísa seg at vera sera brúkbarar og hygg bara eftir hvussu væl tær mangan passa til løgtings og fólkatingsval.
Endamálið við báðum temabløðunum er júst at birta upp undir kjak og tað verður kjakið, sum kemur at flyta støðuna hjá fólki.
Gleðilig Jól øll somul og gott kjak.