Høgni Hoydal
Rolf Guttesen., lektari á lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, spyr meg tveir spurningar í bløðunum.
1. Havi eg sjálvur skrivað mína talu, ið eg helt á fólkatingi 6. september?
Svarið er sjálvandi ja. Eg havi gjørt og skrivað allar tær meira enn 20 talurnar, ið eg havi hildið á fólkatingi higartil. Onkuntíð havi eg skrivað tær rættiliga nágreiniliga, áðrenn eg haldi tær. Men oftast eru tað stikkorð, sum eg síðani brúki at halda taluna við frá røðararapallinum.
2. Skulu eitt nú Canada og USA roknast við, tá eg havi víst á, hvat landa- og sjóøki Grønland hevði átt, um teir nýttu ein eins lítlan part (0,6%) av síni fíggjarlóg sum Danmark ger, til tess at fasthalda fullveldið yvir Grønland?
Svarið er: Ja, Rolf Guttesen kann rokna hvat sum helst landa- og sjóøki í heiminum við. Eg havi í míni røðu víst á, at Danmark rindar 0,6% av síni fíggjarlóg árliga til Grønland og heldur harvið fast um danskt fullveldi og yvirvaldsrætt á einum landa- og sjóøki, sum er 30 ferðirnar størri enn tað danska. Til Føroya rindar Danmark 0,1% árliga av síni fíggjarlóg til tess at krevja fullveldið yvir Føroyum - og føroyska landa-og sjóøkið er tvífalt so stórt sum tað danska.
Til tess á vísa á, hvussu langt úti hetta er, havi eg til samanberingar víst á tvey hugsað dømi: Um Føroyar rindaðu 0,1% av okkara fíggjarlóg og fingu tað sama afturfyri sum Danmark, so høvdu vit kunnað kravt fullveldið yvir einum landa- og sjóøki tvífalt so stórt sum okkara fyri 4 mió. krónur um árið.
Um Grønland á sama hátt rindaði 0,6% av síni fíggjarlóg og fekk tað sama burturúr sum Danmark, so hevði Grønland fyri 9 milliónir um árið havt fullveldi og yvirvaldsrætt á einum landa- og sjóøki sum var 30 ferðirnar størri enn Grønland.
Landafrøðingurin Rolf Guttesen kann so velja tey øki í heiminum, sum honum lystir til tess at skilja hesi dømi um, hvussu bíliga Danmark keypir sær ræðið á Føroyum og Grønlandi.
Dømini hjá mær leggur Rolf Guttesen soleiðis út, at eg vil, at Føroyar og Grønland eisini skulu gerast koloniveldi! Sera seriøs útlegging hjá Rolf Guttesen, má eg siga.
Ein sera skilagóður lærari, sum eg hevði í fólkaskúlanum, segði okkum næmingum einaferð eitt, sum eg ongantíð havi gloymt: "Fólk, sum ikki skilja dømir og myndatalu, skulu tit ansa tykkum fyri! Um tildømis onkur fer at siga við ein yrkjara, sum hevur samanborið eitt vakurt konufólk við eina vakra rósu: Hov, hov, tú! Ein rósa hevur ongi bein og bróst, so hatta passar ikki! - Ja, tá er skilagóð samrøða neyvan møgulig."
Eg bíði nú spentur eftir, at Rolf Guttesen fer at harta allar føroyskar politikarar, sum so ofta samanbera føroyska samfelagið við eitt skip ella ein skútu. Rolf Guttesen kann so spyrja teir: Hvussu nógvar hestakreftir teir meina, at føroyska samfelagið hevur - og um tað er ein trolari, ein línubátur ella eitt ferðamannaskip, teir meina við - ella, hvar masturin stendur.
Tað fer ivaleyst at gerast sera festligt at hoyra hesi komandi innlegg frá Rolf Guttesen.