Svarskriv til lesarabræv frá Peturi Hermansen

Petur Hermansen hevur í opnum lesarabrævi til borgarstjóran og teknisku deild tann 29. mai 2006 víst á truplu ferðsluviðurskiftini í Havnini, sum hann sigur, hava sæð út sum eitt »róthol«. Petur vísir eisini á, at ongar forðingar skuldu verið fyri, at arbeitt um veturin, tí, sum hann vísir á, so hava vit »ongan vetur havt nú í mong ár«.

Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu


Fyrst er at siga, at tað er gleðiligt, at borgarar í kommununi geva ferðsluni ans, eins og eitt vakið eygað verður hildið við tí arbeiði, kommunan stendur fyri. Tað er eisini í fínasta lagi, at ein sokallaður peikifingur verður havdur á lofti, og mint verður á, hvussu reinur býurin eigur at vera. Men tað er nú eina ferð ikki so einfalt at leggja til rættis alt arbeiði í kommununi, soleiðis sum Petur og óivað mong onnur kundu hugsað sær.

Sum kunnugt eru nógv arbeiði í alt árið ymsastaðni í kommununi og ikki einans um summarið, sum tað verður víst á. Eg skal tó geva Peturi rætt í, at nøkur grevstrararbeiði í Havn órógva ferðsluna eitt sindur. Tíverri slepst ikki undan slíkum arbeiðum, men tað verður altíð roynt at laga hesi soleiðis, at tað darvar ferðsluni og borgarum annars sum minst.

Kloakkeringsarbeiðið í J. Paturssonar gøtu er týðiligt dømi um hetta. Kommunan hevur valt at fara undir hetta arbeiði nú ið tað er ljóst og góðveður er, tí tá er minni møguleiki fyri, at arbeiðið gerst óneyðuga drúgt orsakað av vánaligum veðri. Kommunan hevur harumframt valt at seta trygdina hjá arbeiðsfólkunum og trygdina hjá ferðsluni í hásætið við ikki at fara undir arbeiðið í myrku tíðini.

Hetta kloakkarbeiðið í J. Paturssonar gøtu skal vera liðugt áðrenn ólavsøku, og so skuldi friður valdað á tí økinum.

At hava ein reinan bý er og eigur at vera ein sjálvfylgja. Men at røkka hesum máli er neyðugt at gera tað, sum skal til, og tað vil ofta vera arbeiði, sum so ella so gera seg inn á »mobilitetin« í býnum. Tað er jú ikki fyri at gera seg inn á borgarar í Havnini, men fyri at skapa bestu fyritreytir fyri einum reinari býi, at arbeitt verður miðvíst við at betra umhvørvið. Málið er framhaldandi at fáa lagt kloakkleiðingina longur út eftir J. Paturssonar gøtu, men hetta verður gjørt seinni. Kommunan raðfestir umhvørvið sera høgt.

Petur nevnir eisini, at tá ið summarið er farið at halla, so verður farið undir at strika. Okkara fólk við hesi uppgávuni eru fyri langari tíð síðani farin undir at strika, og tað sæst eina mest aftur, tá miðstrikurnar á størru vegunum verða gjørdar. Og Petur veit fullvæl, at helst eru píkarnir ein høvuðsorsøk til stórar útreiðslur at viðlíkahalda asfalt og strikur í kommununi. Tí kann berst ásannast, at jú fyrr vit sleppa av við píkarnar, jú reinari verður okkara býur. Og enn sum áður er mál okkara, at »Havnin skal skína«, men tað krevur tíverri eisini viðhvørt, at neyðugt er at arbeiða ta tíðina á árinum, tá ið arbeiðandi er.