Svart óhepnið, at KÍ ikki skoraði í dag

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Símun Joensen, hjálparvenjara hjá KÍ her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Símun Joensen, hjálparvenjara hjá KÍ á Rás2, aftaná 0-1 tapið hjá KÍ ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Símun heldur tað verða svartasta óhepnið, at KÍ ikki fekk mál uppá teir mongu málmøguleikarnar liðið hevði. Hann er fegin um, at tað eydnaðist KÍ at halda B36 í stuttum tjóri nærum allan dystin, burtursæð frá løtuni, tá B36 fekk brotið ígjøgnum og útvega sær eitt brotsspark, sum avgjørdi dystin.

 

(Savnsmynd frá YouTube)