Svartkalvaveiðan er brúkilig

Í løtuni eru flestu partrolarar til fiskiskap. Haraftrat eru fýra djúpvatnstrolarar og fimm trolbátar úti.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý skip royna við gørnum, tvey eru á svartkalvaveiði, og eitt skip fiskar havtasku. Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men hann roynist verri eftir havtasku.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Okkurt parið fiskar kongafisk.

 

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru fýra djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Tríggir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí í fyrsta lagi inn at landa siðst í næstu viku.

 

- Djúpvatnstrolararnir, sum nýliga eru byrjaðir túr, fiska mest svartkalva og kongafisk. Trolarin, sum helst kemur inn at landa fyrst í næstu viku, fiskar stinglaks og blálongu.

 

Í dag eru fimm trolbátar til fiskiskap. Teir koma helst inn at landa fyrst í næstu viku. Fiskurin, teir fáa, er ein blandingur av toski og hýsu, og so fáa teir eisini nakað av havtasku.