Svartkjafturin farin at geva frá sær

Flestu svartkjaftaskipini hála nú bara eina ferð um samdøgrið.

Tað er longri millum svartkjaftaskipini við bryggjuna niðan fyri Havsbrún nú. Seinnapartin vóru teir lidnir at landa Tummas T, sum hevði knappliga 1.600 tons, og nú er einki skip, sum hevur boðað frá landing.

 

Av fiskileiðini frættist, at skipini hála mest sum bara eina ferð um samdøgrið. Men tað er rættiliga ymiskt, hvat er í, ímllum knappliga 100 og upp í eni 400 tons.

 

Nøkur av svartkjaftaskipunum royna vestur úr Suðuroynni, meðan onnur eru nakað sunnari og ytri.