Kvinnuhondbóltur
Tølini tala fyri seg. Stjørnan fekk nevnliga av at vita, tá tær leygardagin vitjaðu í Vestmanna. Hetta var samstundis eisini dysturin millum tey bæði liðini, sum seinastu trý árini hava kunnað rópt seg føroyameistarar, men hesa ferð var tað so bara annað liðið, sum sýnda nakað, ið minti um meistaraspæl.
Kanska var Stjørnan skert, nú Daniela Ercevic ikki fekk verið við, men tað kann ikki vera rætt, at ein einstakur leikari skal hava so stóran týdning fyri liðið.
Hvussu var og ikki, so er einki at ivast í, at fyrri hálvleikurin av dystinum leygardagin man fara at standa í minninum hjá Stjørnuni sum ein hin svartasta løtan í hondbóltslívi teirra.
Fyrstu løtuna gekk javnt á, og millum annað skuldu sjey minuttir ganga, áðrenn nakað mál kom, men tá tað so fyrst kom hol á, so gekk bara ein vegin. VÍF skoraði, skoraði og skoraði, meðan einki bar til hjá Stjørnuni. Fyrstu nøsku royndirnar tók Manuela Stan sær í vanliga tryggum stíli, og tað var nóg mikið til at taka pippið frá Stjørnuni. Tær mistu mest sum hugin at royna seg við skotum, og samstundis mistu tær í einum drúgvum tíðarskeiði mest sum hvønn bólt, sum tær høvdu hendur á.
Og hetta varð revsað náðisleyst av VÍF. Uttan stórvegis hóvasták kundu tær ferð eftir ferð fara í ómaksleys kontraálop, og heldur ikki tá Stjørnan hevði verjuna upp á pláss, tóktist hetta at bila nakað.
Tað skuldu ganga 20 minuttir, áðrenn Stjørnan fyri fyrstu ferð fekk bóltin í málið, men tá mundi allar seinasta neistin fyri langt síðani verið farið úr leikarunum. Tað, sum tað snøgt sagt ráddi um, var nú at avmarkað tapið, soleiðis at skommin ikki gjørdist fullkomin.
Partvíst eydnaðist hetta eisini, men ilt er at ímynda sær, hvat vildi hent, um VÍF alla tíðina hevði spælt við sterkastu manningini. Tað gjørdu tær so ikki, men valdu heldur at lata fleiri av ungu leikarunum fáa nakað av spælitíð, og tó at hetta tók nakað av leikferðini, so sýndu fleiri teirra, at tær so avgjørt eru framtíðar evni til besta liðið.
VÍF helt við sigrinum fast í frástøðuni til oddaliðið úr Vági, og tó at tað ivaleyst er avgjørt, at VB verður fremsta liðið í grundspælnum, so kann VÍF við sigri í írestandi heimadystinum móti VB skapa veruligan spenning í, áðrenn farið verður í holt við endaspælið.
Hjá Stjørnuni man lítið annað vera at gera, enn at gloyma leygardagin. Gaman í fáa tær ikki vanliga leikandi venjaran aftur her og nú, men onkursvegna má liðið gera sær greitt, at tær eisini kunnu standa seg so nøkun lunda uttan hesa, og í øllum førum má høvdið framyvir haldast nakað væl hægri, um tær skulu hava nakran sum helst møguleika at standa seg í kappingini um fremru sessirnar.
Dysturin í tølum
VÍF-Stjørnan 26-12 (15-4):
Málskjúttar: VÍF: Nicoleta Radu 8, Sóley Mikkelsen 7(3), Jacklin Durhuus 6, Nikolæina Eyðbjørnsdóttir 2, Fríða Marjunardóttir 1, Alis Høghamar 1
Stjørnan: Bára S. Klakstein 5(2), Una Olsenm 5, Davina Sundskarð 1, Jastrid Gullaksen 1
Brotskøst: VÍF 5, Stjørnan 4
Útvísingar: VÍF 1, Stjørnan 3
Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen. Høvdu ikki stórt annað at gera enn at skriva málini hjá VÍF upp.