Í fjør var Sveinur Gaard Olsen partur av X-Factor sendingini hjá DR hvørt fríggjakvøld. Hóast X-Factor nú aftur er at síggja, so saknar Sveinur als ikki X-Factor. - Mær dámdi væl at vera í sendingini, men tað var eisini ein lætti at sendingin endaði, sigur Sveinur Gaard Olsen.
Nú er X-Factor aftur partur av sendiflatuni hjá DR, og hóast fleiri føroyingar hava verið til audition, so hava vit enn ikki sæð nakran føroying í sendingini. Men í fjør var ein føroyingur partur av X-Factor - líka frá audition og til finaluna í Herning.
Sveinur Gaard Olsen hevur síðani X-Factor givið út eina nýggja fløgu, sum eitur "Rock ´n Roll Choir Boy", og hann arbeiði støðugt fram ímóti einari nýggjari útgávu.
- Fløgan hjá mær er rímulig væl móttikin, og nú eri eg ígongd vid at gera ein fastan bólk, og so gongur leiðin inn í venjingarhølið at skriva eina nýggja fløgu, og so út at spæla so nógv sum til ber, sigur hann.
Sveinur staðfestir, at tað er torført at sláa ígjøgnum, men hann er tolin og við gott mót.
Sveinur heldur, at X-Factor í ár er á góðari leið.
- Tað, sum eg havi sæð, er á góðari leið, men men má líka venja seg við at tað eru tveir nýggir dómarar. Men Thomas Blacman er genialur sum altíð, sigur Sveinur.
Tá ið finalan í fjør var av, var tað ein lætti hjá Sveini.
-Eg leingist als ikki eftir at standa á X-Factor pallinum. Men eg nytti alla tad tíðina eg var í sendingini. Men tá finalan var liðug í fjør var tað ein lætti, tí tað var strævið at verða við, tí tað var 7 dagar um vikuna, greiður Sveinur frá.










