Sveis skakað av barnaneyðtøku

Tveir dreingir, 13 og 11 ára gamlir, neyðtóku eina fimm ára gamla gentu.

Tað var ein dag í juni, at teir báðir dreingirnir lokkaðu ta fimm ára gomlu gentuna við sær á einum parkeringsplássi, har teir neyðtóku hana. Løgreglan hevur dult tilburðin, men teir seinastu dagarnar hava sveisisk bløð gjørt nógv burtur úr tíðindunum.

Sveisisku myndugleikarnir hava ikki tikið støðu til, hvussu teir báðir dreingirnir skulu revsast. Tað kriminella aldursmarkið í Sveis er 15 ár, og myndugleikarnir kunnu tí ikki draga dreingirnar í rættin. Teir eru tiknir úr skúlanum og fluttir út grannalagnum, sum teir og gentan búðu í.

Sveisiska ráðgevingarstovan fyri børn og ung sigur við bløðini, at tað er vorðið meiri vanligt tey seinastu árini, at tað eru børn niðan fyri tann kriminella lágaldurin, sum misbrúka yngri børn.