Sveisiski landsliðsmálverjin fer at spæla við Bayern München

Yann Sommer hevur gjørt sáttmála við Bayern München fram til summarið í 2025

Tað kom dátt við hjá týska stórliðnum, Bayern München, at málverjin hjá teimum, Manuel Neuer breyt beinið í einum skíðóhappið, og kundi tí ikki vera tøkur aftur hjá liðnum restina av kappingarárinum.

 

Bayern München hevur nú gjørt sáttmála við sveisiska landsliðsmálverjan, Yann Sommer sum undanfarnu níggju árini hevur spælt við Borussia Mönchengladbach.

 

Yann Sommer er skrásettur fyri 272 almennar dystir við Borussia Mönchengladbach. 

 

Bayern München hevur gjørt sáttmála við Yann Sommer fram til summarið í 2025. 

 

Yann Sommer hevur spælt 80 landsdystir fyri Sveis.