Svenning Reinert heiðraður

Týsdagin, 11 mars, var móttøka hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali, í sambandi við at Svenning Reinert vegformaður hevði 40 ára starvsdag

Nógv fólk nýttu høvið at heilsa uppá Svenning hendan dagin. Umframt gávur fekk hann diplom og persónligt bræv frá verjuovastanum. Á støðini í Mjørkadali og uppi á Sornfelli hevur eingin fyrr verið so leingi í sama starvi. Svenning var 27 ára gamal tá hann 11. mars í 1963 byrjaði at arbeiða hjá Flyvestationen Thorshavn, og nú er hann 67 ár. Fríggjadagurin 28. mars er seinasti arbeiðsdagur hjá Svenning í Mjørkadali. Hann skal tó nokk fáa tíðina at ganga, hann hevur postin, ross, bát, gæs og seyð.