Tónleikur
Havnar Jazzfelag skipar fyri tveimum konsertum við føroyskum/svenskum jazz tónleiki í Havn um vikuskiftið. Tann 25 ára gamli saxofon spælarin Joel Wästberg úr Göteborg í Svøríki fer at spæla saman við teimum trimum plúmmarunum Leivi Thomsen á gittar, Arnoldi Ludvig á kontrabass og Rógva á Rógvu á trummur.
Fríggjakvøldið 12. januar kl. 21:00 spæla teir í Havnar Klubba og leygarkvøldið 13. januar kl. 21:00 spæla teir í Miðlahúsinum.
Egin tónleikur
Tónleikin sum teir spæla er nýggjur og eldri jazz tónleikur eftir Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Joel Wästberg, sum ikki fyrr er útgivin á fløgu. Joel Wästberg, sum í ár verður liðugur á Göteborg Musik Högskola, kom til Føroyar mánadagin, og kvartettin venur hvønn dag uppundir konsertirnar.
Framtíðar ætlanir
Joel Wästberg kemur aftur til Føroya í summar tá ið hesir fýra garparnir skulu spæla saman aftur til Summartónar. Síðani verur farið í studio til at gera upptøkur til fløgu útgávu við teirra egna tónleiki