Sev skrivar, at svenska fyritøkan Minesto, saman við samstarvspørtum, herundir Sev, hevur fingið játtaðar 25 milliónir svenskar krónur til at menna sjóvarfalsorkuverk til sokallaði mikronet, eitt nú útoyggjar í Føroyum, sum ikki eru knýttar í elnetið í meginøkinum. Tað er felagið, The Swedish Energy Agency, sum hevur játta stuðulin.
Verkætlanin umfatar orkuverk til sjóvarfalsorku og battarí til at goyma framleiddu orkuna. Arbeiðið byrjar í august og orkuverkið verður eftir ætlan royndarkoyrt í Vestmannasundi.