Svenskir ítróttarmiðlar hálova avrikinum hjá Óla Mittún

Vit hava nøkur brot frá svenskum ítróttarmiðlum um avrikið hjá Óla Mittún í tí fjórðu og avgerandi meistarskapsfinaluni hjá Sävehof

Mynd: gp.se

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof eru svenskir meistarar í manshondbólti.

 

Við einum fantastiskum avriki frá serliga Óla Mittún vann Sävehof ein greiðan 32-27 (11-13) sigur á Ystad á útivølli í tí fjórðu meistaraskapsfinaluni.

 

Óli gekk undan við at gerast toppskjútti við níggju málum, umframt nógvum góðum sendingum til sínar viðleikarar.

 

"Tann 18 ára gamli stjól show´ið.". Skrivar Aftonbladet:

 

##med2##

 

"Mittún og Sävinger (málverjin) vóru hetjurnar tá Sävehof vann meistaraskapsuppgerðirnar.". Skrivar Göteborgsposten.

 

##med3##

 

"Sävehof vinnur gullið - 18 ára gamal er dystarhetjan." Skrivar SVT á sínari heimasíðu.

 

##med4##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: gp.se