Svenskir ungdómar til Føroya

.

Ein bólkur av 17 ungum fólki úr Svøríki, sum nevna seg Fältbiologerna, koma at vitja í Føroyum í døgunum 15. til 29. juni.

Fältbiologerna er ein landsumfatandi felagsskapur í Svøríki fyri ungfólk, sum hava áhuga í náttúru og umhvørvi. Felagsskapurin hevur 4000 limir í Svøríki og hevur til endamáls at geva ungum kunnleika um náttúruna.

Meðan tey eru í Føroyum fara tey at ferðast í Vágum, í Norðoyggjum, í Eysturoy og í Streymoynni. Á ferðini í Føroyum ætla tey at skipa fyri tveimum fundum fyri øllum, sum hava áhuga.

Leiðarin á ferðini er Jenny Åbrg, sum ein vetur gekk á Føroya Fólkaháskúla, og soleiðis hevur áhuga at vitja aftur í Føroyum. Hon sigur, at tey fegin vilja hava samband við ung í Føroyum, sum hava áhuga í náttúru og umhvørvinum.

Í døgunum 21.-26. juni verður skipað fyri eini legu á Skótadeplinum á Selatrað, har tey búgva í tjaldi og annars at hava eina áhugaverda skrá. Tey vilja fegin koma í samband við ung í Føroyum og bjóða áhugaðum at koma við á legna á Selatrað. Luttøkugjaldið fyri tjaldpláss og mat verður 125,- kr. um dagin. Tað er soleiðis bert neyðugt at hava persónliga útgerð, so sum soviposa og klæði.

Føroyskir ungdómar í aldrinum 16-25 ár, sum hava áhuga í at verða við á leguni, kunnu seta seg í samband við KFUM-skótarnar í Føroyum, tlf. 311075 ella 288950.