Svenskur fótbóltsleikari undir illgruna um peningarán

Ein 28-ára gamal svenskur fótbóltsleikari er ein av teimum varðhaldsfongslaðu, sum eru undir illgruna, at hava verið við í milliónaráninum í Dansk Værdihåndtering. Tað er tann 28-ára gamli Patrik Manzila, sum leikar við svenska 1.deildarfelagnum Våsby United, sum liggur norðanfyri Stockholm.

Manzila, sum er ættaður úr Congo, hevði á rættarfundinum svenskan tolk. Patrik Manzila varð ikki vardur við navnaforboði. Men tað er heldur ikki fyrstu ferð, at hann er í holt við løgregluna, skrivar Ekstra Bladet í kvøld.

Men hvussu Patrik Manzila er komin uppí stóra ránið, sum er tað næststørsta í søgu Danmarkar, er enn ikki greiða fingin á. Men sambært tíðindum, sum Ekstra Bladet hevur fingið, verður sagt at Manzila stríðist við ein knæskaða, sum ger at hann teir seinastu dystirnar hevur sitið á bonkinum hjá Våsby United, skrivar Esktra Bladet m.a.