Í morgun andaðist Sverre I. Midjord, fyrrverandi løgtingsmaður og borgarstjóri í Tvøroyri, 83 ára gamal. Hann var føddur 2. apríl í 1933.
Sverre Midjord kom fyrstu ferð á ting fyri Javnaðarflokkin sum varamaður fyri Atla P. Dam, løgmann, í 1975 og sat til 1978, tá hann var valdur tingmaður fyri Suðuroyar valdømi til 1980. Valskeiðið 1984-88 tók hann aftur sæti sum tingmaður sum varamaður fyri Atla P. Dam, løgmann. Hann var aftur valdur á ting í 1990 til 1994 og aftur í 2004 og sat á tingi fram til 2008.
Sverre Midjord sat í býráðnum á Tvøroyri frá 1966-85 og aftur frá 1989-2008. Sverri Midjord var borgastjóri á Tvøroyri í 17 ár.
Foreldur Sverra vóru Juli og Poul Johannes Midjord. Sverri var útbúgvin skrivstovumaður og starvaðist á posthúsinum á Tvøroyri frá 1950 til 1969, tá hann fór á Gjaldstovuna á Tvøroyri.
Hann var nevndarlimur í mong ár nevndarlimur í ÍSF.
Sverre Midjord andaðist á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.