Eitt slíkt fólk fyllir í dag, annan apríl, sjeyti. Tað er tvøramaðurin Sverre Midjord.
Sverre vaks upp í Valinum hjá ommu og abba sínum, Juliu og Poul í Trøðini. Havandi í huga, at júst í hesum arbeiðarabýlingi kyknaði áhugin fyri verkamannafeløgum og samhaldsføstum hugsjónum, er kanska ikki so løgið, at Sverre tíðliga fekk áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Politikkur gjørdust skjótt partur av lívi hansara og hevur hann gjøgnum nógv ár tikið lut í bæði kommunal- og landspolitikki umboðandi Javnaðarflokkin.
Álitisstørvini hava verið mong og krevjandi, men Sverre hevur tó altíð tikið sær tíð til eisini at røkja tvey av stóru frítíðaráhugamálum sínum - nevnliga dans og sjónleik. Sjónleikurin hevur kanska ikki verið so nógv frammi seinnu árini, men lættur á fótum "svingar" Sverre sær enn saman við øðrum dansiáhugaðum á Tvøroyri.
Men fremsta frítíðaráhugamálið hjá Sverra hevur altíð verið - og er - ítróttin. Ítróttin og ítróttararbeiði heva altíð ligið fremst hjá honum og hevur hann verið virkin í fleiri ítróttagreinum. Sverre hevur m.a. roynt seg í bæði hond- og fótbólti, men tað er tó borðtennis, ið hevur fremsta áhuga hansara. Hann verður av mongum nevndur "the grand old man" innan føroyskt borðtennis og er heldur ikki ov nógv sagt, at hann eigur sín stóra lut í, at hesi ítróttagrein hevur verið lív lagað í Føroyum. Sjálvur var hann ein teirra, ið legði lunnar undar hesa ítrótt, og framvegis er hann aktivur - sum spælari. Sum borðtennisspælari er Sverre besta tekin um, at aldurin er ikki nøkur forðan hjá tí, ið hevur hug og vilja at takast við ítrótt, um heilsan er til tað. Tá Sverre fyri nøkrum árum síðani var lagdur undir skurð fyri at fáa skift einu mjødnina, gekk ikki long tíð aftaná skurðviðgerðina, til hann aftur sást spæla borðtennis í ítróttarhøllini í Trongisvági - við høkju at byrja við. Sverre hevur gjøgnum árini - heilt fram til í ár - vunnið hópin av FM og heiðursmerkjum annars í borðtennis, men minni kent er kanska, at hann eisini hevur verið føroyameistari í hondbólti við TB í 1953.
Hóast TBF er einkarbarn hansara, so eigur TB, og serliga fótbólturin, nærum eins stórt pláss í hjartanum hjá Sverra. Hann var formaður í Tvøroyrar Bóltfelag frá 1970 til 1972 og var venjari hjá 1.deild árini 1968 til 1971. Annars virkaði hann serliga sum ungdómsvenjari innan felagið í mong ár og eigur tað arbeiði, sum hann gjørdi har, óiva sín stóra lut í teirri framgongd og viðburði, sum TB hevði í vaksnamannadeildini seinnu helvt av sjeytiárunum og frameftir.
Sverre er tvøramaður av heilum huga - eingin ivi um tað. Eingin skal siga nakað um Tvøroyri, ið ikki hóvar honum, so er hann til reiðar at verja heimbýin á einhvønn hátt í orð og tal.
Onkur vil kanska halda, at kærleiki hansara til heimstaðið nærkast reinum trábeitni, men hetta er ikki verri enn so, at Sverre altíð hevur verið til reiðar at tæna allari teirri føroysku ítróttafjøldini. Trongskygni er ikki tað, ið hevur eyðkent hann. Altíð hevur hann verið til reiðar at taka eitt tak har brúk hevur verið fyri tí og er tað serliga á fyriskipanaðarliga økinum, at hann hevur gjørt vart við seg innan landsítrótt. Umleið hálvan mansaldur hevur hann verið virkin í ÍSF, og eru tað í ár liðin fjøruti ár síðani Sverre á fyrsta sinni kom í stjórn Ítróttasambands Føroya. Samstundis kann Sverre í ár eisini hátíðarhalda 25 ára starvsdag sín, sum varaforseti ÍSF.
Røðaragávurnar hevur Sverre avbera góðar og mangar eru tær veitslur har hann, á skemtiligan, og sermerktan hátt, hevur umrøtt og lýst ymisk evni soleiðis sum hann sær tey. Á sama hátt hevur hann á stjórnarfundum Ítróttasambandsins umrøtt ymsu evnini, tá kjakið og orðaskiftið hevur gingið uppá tað harðasta. Bersøgin sum fáur hevur hann funnist at, har hann heldur at hetta eigur at gerast, men samtundis eisini róst, tá okkurt eftir hansara meting eigur rós uppiborið.
Fyri trúgva og drúgva virkið sítt innan ÍSF hevur Sverre fingið øll tey heiðursmerki, ið Ítróttasambandið gevur. Sverre hevur fingið silvur- og gullnál ÍSF umframt gullmerkið við bjálka. Eisini hevur hann fingið heiðurskross Ítróttasambandsins fyri arbeiði sítt til frama fyri føroysku ítróttafjøldina.
Skaldagávur hevur Sverre eisini. Sum rithøvundur er tað tó bert ein bók, ið er komin á prent - nevnliga 75-ára minningarritið hjá Tvøroyarar Bóltfelag - men nógvar eru yrkingarnar, sum millum ár og dag hava verið á sæð á prenti í bløðunum og nógvur eru teir veitslusangir, sum Sverre hevur yrkt, ið eru sungnir í góðum hýri á Tvøroyri.
Tað er tó ikki yrking hjá Sverra sjálvum, ið Ítróttasamband Føroya vil nýta til heilsan á stóra degi hansara.
ÍSF vil loyva sær at heilsa Sverra við at nýta ørindi hjá øðrum yrkjara av Tvøroyri - yrkjara, ið Sverre hámetur - nevnliga Jógvani Nolsøe, Jógvani á Posthúsinum, tá hesin sigur:
"Góðsemja altíð í verki má vera,
frísinni høgt altíð merkið skal bera.
Tað sum er fávitskut, stuttskygt og smátt,
seta vit út um uttastu gátt."
Hjartaliga tillukku
????????????????????
Ítróttasamband Føroya