Sverri fingið nógv burtur úr

Hósdagin var evnisdagur, sum Bùskaparráðið skipaði fyri í Klaksvík, og fyrraparturin gekk, við at vinnufyritøkur, Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar býráð høvdu framløgur innan teirra yrki

Búskaparráðið hevur valt at ganga nýggjar leiðir við at skipa fyri evnisdøgum kring landið, har vinnulívið í økinum saman við peningastovnum og kommunu hava hvør sína framløgu.
- Vit vilja fegin koma lokala vinnulívinum nærri, og hava tí valt at skipa fyri evnisdegi runt um í landinum, og fyri okkum var tað náttúrligt at byrja í Klaksvík, sigur formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen.
Dagurin byrjaði við, at Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, greiddi eitt sindur frá útbyggingarætlanunum hjá felagnum.
Hann legði dent á, at Føroyar sum alitjóð fekk mest burtur úr sínari framleiðslu. Regin nevndi, at Føroyar í fjør fekk sjey krónur fyri kilo av laksi, sum vórðu flutt út, meðan talið hjá norðmonnum lá á tveimum krónum. Í Kili lá tað talið á null ella enntá á minus.
Regin vísti eisini á, at samlaða talið av starvsfólkum hjá Bakkafrost lá á 1103, meðan heilárs starvsfólkatalið liggur um 600.
- Av hesum arbeiða oman fyri 200 fólk hjá Bakkafrost í Klaksvík, segði Regin Jacobsen.
Hann greiddi eisini frá, at nýggi brunnbáturin, sum felagið legði fram í sínari framtíðarætlan, nú er undir sáttmála í Turkalandi, at báturin verður leveraður í 2015, og at hann tá fær navnið, »Hans á Bakka«.

Ráðið farið til verka
Nýggja búrksparráðið tók við á nýggjárinum, og limirnir eru Sverri Hansen, sum er formaður, Thomas Dam, ið er fyrrverandi formaður, og Herit V. Albinus, ið er nýggj í Búskaparráðnum, eins og Sverri Hansen.
Búskaparráðið hevur gjørt sína fyrstu frágreiðing. Ráðið er sum kunnugt flutt út á Hagstovuna, og hetta er fyrsta frágreiðingin undir nýggju umstøðunum.
At ráðið nú hevur valt at ganga nýggjar leiðir, sæst aftur í evnisdegnum, sum varð hildin í Klaksvík hósdagin.
Næstur til framløgu var JFK. Í skránni stóð, at Hanus Hansen skuldi standa fyri teirri framløguni, men hann var burturstaddur, og í hansara stað var tí Jógvan Hansen og Niels Winther komnir inn.
Teir greiddu frá, at JFK hevur megnað at spjeitt sítt virksemi til Grønlands eisini, har teir eiga trý virkir á landi, umframt tríggjar trolarar.
- Grønlendingar síggja við ljósum eygum upp á okkum, tí vit hava megnað at skapt arbeiðspláss, ikki bert á sjónum, men eisini á landi, segði Jógvan Hansen.
Hann vísti eisini JFK við undirfeløgum, sum bæði umfataði Kósina umframt eina røð av skipum, bæði trolarar og línuskip.

Framleiða umborð
Kristian Martin Rasmussen hevði eisini eina framløgu, har hann greiddi frá viskseminum hjá reiðarínum, sum eigur Christian í Grótinum og Norðborg.
Hann greiddi frá, hvussu reiðaríið hevði ment seg frá teirri tíðini, tá teir keyptu Norðborg frá Ejler Jacobsen til dagin í dag, har reiðaríið ræður yvir nøkrum av mest framkomnu nótaskipunum í heiminum.
Hann legði tó dent á, at neyðugt er at yggja fram eftir, og at ein endurnýggjan av verandi skipum fer at kosta einar 500 milliónir krónur.
Tá er eisini talan um eitt framleiðsluskip.
- Tað er leiðin at ganga, og tað hava vit eisini sæð gjøgnum tíðirnar, segði Kristian Martin Rasmussen.
Eisini Poul Huus Sólstein, stjóri í North Pelagic, Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, og Jógvan Skorðheim, borgarstjóri í Klaksvík, høvdu framløgur á degnum.
Eftir døgurða legði Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, fyrstu frágreiðing ráðsins í hesum skeiðinum, fram.
Hetta skapti nakað av kjaki, sum formaðurin eisini legði upp til skuldi vera.
Fundarluttakarar høvdu fleiri viðmerkingar so hvørt, sum frágreiðingin varð gjøgnumgingin, og tað gjørdist til eitt gevandi kjak millum Búskaparráðið og fundarluttakarar.
Dagurin endaði við, at Búskaparráðið og fundarfólkið vitjaðu á JFK/Kósini, reiðarínum Hvalnes, North Pelagic og Bakkafrost.
Tað vísti seg bert at verða tálmaður áhugi millum politikarar at vera við á degnum. Bjørn Kalsø, Karsten Hansen og Jákup Mikkelsen vóru eina løtu fyrrapart, onkur fór á døgurða.