Sverri Nielsen, úr Miðvági, umboðar í hesum døgum Danmark í heimsmeistarakappingini í rógving í Amsterdam. Hann rør í single sculler-bólkinum fyri menn.
Sunnudagin vóru innleiðandi umførini, og tá megnaði Sverri Nielsen at enda nummar tvey í sínum riðili, aftanfyri Týskland. Hann vann seg sostatt víðari í kvartfinaluna.
Mikudagin skal hann so aftur í kapping. Fyrsta kvartfinalan byrjar klokkan 15:55 og hinar koma so slag í slag.
Megnar Sverri Nielsen at vinna seg víðari úr kvartfinaluni, skal hann rógva í semifinalunum, sum verða fríggjadagin klokkan 14:15. Megnar hann ikki at vinna seg víðari úr kvartfinaluni, skal hann rógva aftur fyrrapartin hósdagin.
Tapandi semifinalistarnir rógva leygarmorgunin, meðan stóra finalan verður sunnudagin klokkan 13:03.
Við mittfo.dk sigur Sverri Nielsen, at hann væntar ikki at enda í finaluni, men at málið er at enda millum tólv teir bestu, tvs at náa semifinaluni.
- Eg eri ungur enn, og eg kann mennast nógv og havi vónandi nógv heimsmeistaraskap fyri framman. Málið er heilt vist at verða millum teir allarbestu um nøkur ár, sigur Sverri Nielsen við mittfo.dk.
Sverri Nielsen vann í februar DM/EM í inniróðri.