Sverri rør finalu í Italia

Føroyski OL rógvarin fer um eina løtu at rógva finalu í World Cup í Italia

Tað verður av álvara talt niður til OL, sum tað framvegis verður roknað við verður í Japan og Tokyo seinni í summar.

 

Hetta vikuskiftið eru Sverri S. Nielsen og danska landsliðið í rógving í Sabaudia í Italia, har tað er World Cup. Sverri hevur avrikað ógvuliga sannførandi bæði í innleiðandi umfarinum í fyrradagin og í hálvfinaluni í gjár. Hann var fremstur í báðum kappingunum.

 

Á middegi í dag – klokkan 12.02 – verður finalan. Sverri kappast við teir báðar, sum hann seinastu ferðirnar hevur kappast við. Annar er Oliver Zeidler úr Týsklandi, og hin er Kjetil Borch úr Noregi.

 

Sverri sigur sjálvur, at tað hjá honum snýr seg um at leggja bragdligari fyri í startspurtinum, enn hann ofta hevur gjørt:

 

-Tá ið Oliver Zeidler hevur lagt seg á odda er tað torført at fáa fatur aftur á honum, tí hann tá rør so sannførandi. Eg veit, at tað er vandi fyri, at tað verður tungt í endaspurtinum, um eg havi brúkt ov nógva orku í startinum og miðróðrinum, men tað ræður um at tora og at finna røttu javnvágina, sigur Sverri Sandberg Nielsen í samrøðu á facebookvanganum hjá danska róðrarsambandinum.

 

https://worldrowing.com/event/2021-world-rowing-cup-iii