Samd ella ikki samd. Landsstýrismaðurin velur tann positiva sjónarvinkulin - og tað er so avgjørt tann konstruktiva leiðin.
Vitjanin hjá forsætisráðharranum í Føroyum var ein sáttarferð. Hansara endamál var at fáa í lag semju við landsstýrið, at fáa semju við Javnaðarflokkin og at slætta sjógv millum seg og Føroya fólk. Í so máta var tað ein eyðmjúkur forsætisráðharri, ið kom á vitjan.
Ferð hansara kring landið var eisini væl eydnað, og hann hitti nógv fólk - eisini vanlig fólk. Í Funningi hitti hann m. a. hin 97 ára gamla Poul Petersen, ið er hin einasti eftir á lívið, sum vegna Løgtingið tingaðist við donsku stjórnina eftir fólkaatkvøðuna í 1946.
Øll hesi fólk, ið spent hava bíðað eftir, hvat fór at koma fram í fjølmiðlunum, sita nú við ringum smakki í munninum. Boðskapurin frá Svf um vitjanina hjá Nyrup var greiður: ? Ein glantrileikur, har hyggjararnir og danski forsætisráðharrin vóru gjørd til láturs.
Men nú var vitjanin ikki ein persónlig vitjan hjá Poul Nyrup Rasmussen. Vitjanin var ein embætisvitjan hjá danska stjórnarleiðaranum og sum formaður í danska Javnaðarflokkinum at vitja landsfundin hjá føroyska Javnaðarflokkinum - og átti hon tí eisini at verið viðgjørd sum slík í Svf.
Men okkara almenna - og politiskt »óhefta« sjónvarp - valdi aðra leið at ganga.
Poul Nyrup Rasmussen og Javnaðarflokkurin vóru beinleiðis niðurgjørdir í høvuðstíðindainnslagnum. Við beinleiðis sarkastiskum orðingum og klippum, sum upp í saman vóru endurtikin, vísti sjónvarpið ein láturligan privatpersón - og ikki ein forsætisráðharra í leiklutinum sum almennur persónur.
So kunnu vit vera samd ella ósamd við Nyrup. Vit kunnu vera samd ella ósamd við Javnaðarflokkin. Og vit kunnu kalla sáttarferðina »sjarmuferð« ella ikki. Men tað er skeivt av okkara almenna sjónvarpi at niðurgera hyggjararnar og ein forsætisráðharra á ein slíkan mannminkandi hátt.