Sviar dáma best Mary

Ein kongaligur fepur hevur herjað seinastu dagarnar, nú heilar tvær norðurlendskar prinsessur hava fingið navn. Og í hesum sambandi hava norðurlendskir miðlar kjakast um tey kongaligu í Norðurlondum.

 

Og enn einaferð er tað krúnprinsessa Mary, sum fer øll tey rósandi orðini.

 

Í dag er svenska prinsessan Estell doypt, og til hetta hátíðarhald var eisini danska krúnprinsessa. Og tá ið slíkt er á skránni, so snýr tað seg mangan um klæðir og útsjónd hjá teimum mongu kongaligu.

 

Í dag skrivar ein mótaserfrøðingur hjá Aftonbladet, at dagsins stóri vinnari gjørdist danska krúnprinsessa Mary.

 

- Hon var ílatin so fagurliga, at tað var trupult hjá hinum at síggjast burturúr mongdini. Hennara gullkjóli var frálíkur, sigur Nina Johansson við Aftonbladet

 

Hinar norðurlendsku prinsessurnar fingu ikki góð skotsmál frá mótaserfrøðingunum, men Mary sigraði enn einaferð.