Í gjárkvøldið hittust tey bæði, sum stríðast um Forstætismálaráðið, Magdalena Andersson og Ulf Kristersson, í seinasta kjakinum, áðrenn sviar í dag fara á ríkisdagsval. - Foto: Tt News Agency/Reuters

Sviar skulu velja millum Magdu og Ulf

Í dag skulu sviar gera av, um Magdalena Anderson, sum í fjør gjørdist fysta kvinnan í forsætismálaráðnum, skal halda fram, ella um Ulf Kristersson úr Moderaterna skal taka yvir

Í gjárkvøldið hittust tey bæði, sum stríðast um Forstætismálaráðið, Magdalena Andersson og Ulf Kristersson, í seinasta kjakinum, áðrenn sviar í dag fara á ríkisdagsval. - Foto: Tt News Agency/Reuters

Ríkisdagsval er í Svøríki í dag. Kanningar undan valinum vísa allar, at sera javnt er millum veingirnar í svensku politikki. Reyði vongur hevur seinastu tvey valskeiðini sitið á valdinum við Magdalenu Anderson forkvinnu í Javnaðarflokkinum á odda á vinstraveinginum. Kappingarneytin er Moderaterna við Ulf Kristersson á sum forsætisráðharravalevni.

 

Hóast tey borgarligu hava ligið á odda í veljarakanningum at kalla alt valskeiðið, so hevur tað eydnast Magdalenu Anderson at vinna nakað innaftur, so samgongan hjá henni er eina tonn frammanfyri. Men talan er bara um eina tonn, tí hildið verður, at tað vera einar 15.000 av teimum yvir 7.000.000 møguligu atkvøðunum, sum kunnu gera av, hvønn veg tað fellir.

 

So løgið tað kanska ljóðar, so er Svøriki tað einasta av teimum átta norðurlondunum, sum ikki hevur havt kvinnuligan stjórnarleiðara – fyrr enn Magdalena Anderson tók við fyri einum lítlum ári síðani.

 

Tað var grannalandið hjá Svøríki, Noreg, sum fekk ta fyrstu kvinnuna í stjórnarleiðarasessin, tá Gro Harlem Brundtland gjørdist forsætisráðfrú í 1979. Hon var forsætisráðfrú í trimum tíðarskeiðum, fyrstu ferð í 1981, síðani frá 1986–89, og síðstu ferð frá 1990–96.

 

Tað var bara eitt annað Norðurland, sum í síðstu øld fekk eina kvinnu sum stjórnarleiðara, og tað var Føroyar, tá Marita Petersen tók við sum løgmaður í 1993.

 

Hesar eru fyrstu kvinnuligu stjórnarleiðarar í teimum átta Norðurlondunum:

 

1. Noreg: Gro Harlem Brundtland 1979

 

2. Føroyar: Marita Petersen 1993

 

3. Finnland: Mari Kiviniemi 2003

 

4. Áland: Viveka Eriksson 2007

 

5. Ísland: Jóhanna Sigurðardóttir 2009

 

6. Danmark: Helle Thorning-Schmidt 2011

 

7. Grønland: Aleqa Hammond 2012

 

8. Svøríki: Magdalena Andersson 2021

 

Í løtuni eru kvinnur stjórnarleiðarar Íslandi, Finnlandi, Álandi og Danmark. Noreg hevði kvinnuligan stjórnarleiðari til stórtingsvalið í fjør, tá borgarliga stjórnin hjá Ernu Solberg fall. Hon hevði tá sitið í sessinum í tvey valsekið.

 

Helle Thorning-Schmidt skipaði stjórn í Danmark saman við Radikala flokkinum og SF tann 3. oktober í 2011. Hóast Helle Thorning-Schmidt og danski Javnaðarflokkurin gingu fram á valinum, so mistu flokkarnir vinstru megin miðuna meirilutan á valinum í 2015, og Lars Løkke Rasmussen kundi aftur skipa stjórn, ta ferðina eina minnilutastjórn við Vinstra einsamøllum í stjórnini.

 

Í 2019 taptu teir borgarligu stuðulsflokkarnir hjá Venstre valið, og Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum kundi skipa aðru stjórnina við eini kvinnu við borðendan.

 

Til samanberingar kunnu vit siga, at tað eru skjótt 30 ár síðani, at føroyingar fingu sína fyrstu og higartil einastu kvinnu sum løgmann. Tað var í januar í 1993.

 

Erna Solberg er onnur kvinna í forsætismálaráðnum í Noreg. Gro Harlem Brundtland var forsætisráðfrú í trimum stjórnum, fyrstu ferð í 1981 og síðstu ferð í 1996.

 

Í Finnlandi er tann 36 ára gamla Sanna Marin forsætisráðfrú. Hon er tann triðja kvinnan við borðendan í forsætismálaráðnum í Helsinki. Í 2010 gjørdist Mari Kiviniemi forsætisráðfrú, og í 2003, tók Anneli Jäätteenmäki við sum fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðari í Finnlandi.

 

Í Íslandi er Katrín Jakobsdóttir forsætisráðfrú. Hon er onnur kvinnan í forsætismálaráðnum har. Tann fyrra var Jóhanna Sigurðardóttir, sum tók við sum forsætisráðfrú í 2009.

 

Áland fekk sín fyrsta kvinnuliga stjórnarleiðara í 2007. Tað var Viveka Eriksson. Síðani tá hava tríggjar aðrar kvinnur verið stjórnarleiðarar, núverandi eitur Veronica Thörnroos.

 

Í Grønland var Aleqa Hammond vald til landsstýrisforkvinnu í 2012.

 

Hóast Føroyar í dag ikki kunnu erpa sær av at vera so frammaliga við javnstøðu – vit eru eitt av fáu londunum í heimum, sum als onga kvinnu hava í stjórnini – so vóru vit framman fyri øll Norðurlond í 1993 – uttan Noreg, at hava eina kvinnu sum stjórnarleiðara.

 

Marita Petersen var løgmaður í Føroyum frá 18. januar í 1993 til 15. september 1994.

 

Seint í kvøld verður greitt, um Magdalena Anderson kann halda fram við stjórn síni, ella um Ulf Kristersson kann skipa eina borgarliga stjórn í Svøríki.

 

 

 

Í gjárkvøldið hittust tey bæði, sum stríðast um Forstætismálaráðið, Magdalena Andersson og Ulf Kristersson, í seinasta kjakinum, áðrenn sviar í dag fara á ríkisdagsval. - Foto: Tt News Agency/Reuters